Føroyskt brennivín stendur sterkt úti í heimi

2016-08-18 08:12 Author image
Dimma

“Vit vita, at okkara vørur eru fyrstafloks. Vit gera okkum ómak í øllum liðum og brúka einans bestu rávørurnar. Og í tí sambandi má føroyska vatnið nevnast. Tí tað er lítil ivi um, at góða úrslitið í stóran mun er framúr góða og vælsmakkandi føroyska vatninum fyri at takka”, sigur Erling Eidesgaard stjóri á DISM, í tíðindaskrivi.

Kappingin, The International Wine & Spirit Competition, ið er høgt í metum í bransjuni, hevur sæti í Bretlandi og er tann størsta av sínum slagi við luttøku úr útvið 90 londum. Løgirnir verða blindsmakkaðir og heiðursmerkjakandidatar verða harumframt kemiskt kannaðir. Í smakkipanelinum sita ikki færri enn 400 serkøn fólk úr øllum heiminum; sonevndir “global experts”.

Hesa ferð lat DISM trý sløg inn til kappingina. Úrslitið gjørdist, at Eldvatn vann silvursheiðursmerki í greinini vodka, meðan Baraldur og Havið í eldu útgávuni, ið kom út í avmarkaðari nøgd herfyri, vunnu bronsuheiðursmerki ávikavist í greinunum ginn og akvavitt.

Umframt Eldvatn, Barald og Havið framleiðir DISM eisini Lívsins Vatn, ið kom á marknaðin í 2008 sum tað fyrsta.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður