Djóraæti kannað gjølla í 2017

Mynd: Havstovan.fo

Djóraæti kannað gjølla í 2017

2017-05-02 12:39 Author image
Dimma

Nýggj verkætlan er farin av bakkastokki á Havstovuni. Verkætlanin kallast “Leiklutur hjá djóraæti í atferð hjá makreli og tilgongd av toski á Landgrunninum”. Endamálið við verkætlanini er at kanna vakstrar- og búningarmynstrið hjá djóraæti í havinum rundan um Føroyar og hvussu hetta kann setast í samband við tveir týdningarmiklar fiskastovnar, nevniliga tosk og makrel, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.

Síðan 2006 eru stórar broytingar farnar fram í vistskipanini á og kring føroyska landgrunnin. Samtíðis sum makrelur hevur broytt útbreiðslumynstur og ferðast nú heilt yvir móti Grønlandi, er toskastovnurin á Landgrunninum minkaður sera nógv. Broytingar eru eisini sæddar í slagsamanseting av djóraæti á Landgrunninum. Úrslitini frá verkætlanini skulu vísa um sløg og nøgd av djóraæti ávirka atferðina hjá makreli og tilgongdina av toski.

placeholder

Meira langlesnaður