Donald Trump hevur fríkent umdeildan fyrrverandi sheriff

Mynd: epa.eu

Donald Trump hevur fríkent umdeildan fyrrverandi sheriff

2017-08-26 10:30 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Fyrrverandi sheriffurin í amerikanska statinum Arizona, Joe Arpaio, er blivin fríkendur av Donald Trump í nátt. Tað skrivar cnn.com.

Danskka síðan Berlingske skrivar, at Arpaio var undir stjórnini hjá fyrrverandi forsetanum, Barack Obama, blivin dømdur fyri misnýtslu av sínum politimyndugleika og diskriminering grundað á rasismu. Arpaio er sostatt blivin ein ímynd uppá ósemjuna í USA um ólógligar tilflytarar. Fyri summi verður hann sæddur sum ein rasistur, av øðrum sum ein hetja. 

Arpaio hevði uppbygt sær eitt umdømi sum "harðasti sheriffur í USA". M.a. lat hann fangar sita í fongsli, bert ílatin undirklæðum og eta óetiligan mat. Aðalorsøkin til, at ein sak bleiv løgd ímóti Arpaio botnaði í, at undir hansara leiðslu bleiv ein ógrundað hets førd ímóti tilflytarum, serliga latínamerikanskum. Greitt verður m.a. frá, at rættindi teirra blivu systematiskt tikin frá teimum, tey blivu steðgaði á gøtuni og løgd undir mistanka, ógrundað. Arpaio fekk regluliga ábendingar um, at ein slík arbeiðstilgongd var ólóglig, men Arpaio helt hóast hetta fram, á sama hátt.

Tískil bleiv Arpaio dømdu fyri vanvirðing av rættarskipanini, og hesum fríkendi Donald Trump hann fyri í nátt. Limir í demokratiska flokkinum í USA fordøma fríkenningina og siga hetta ikki kunna góðtakast.


placeholder

Meira langlesnaður