Dota 2: Risastórir vinningar til Johan og tey

Johan "N0tail" Sundstein. Mynd: Shutterstock

Dota 2: Risastórir vinningar til Johan og tey

2017-08-07 12:36 Author image
Leif Láadal

Sonevndi E-ítrótturin gerst bara størri og størri, tá hugt verður at teimum upphæddum, sum spælararnir kunnu vinna. Í løtuni er ein kapping í Seattle í USA, sum verður rópt The International. Talan er um kapping í Dota 2, og sambært heimasíðuni hjá TV2 News er upphæddin, sum er sett av til vinnandi liðini, met fyri eina E-ítróttarkapping. Samlað verða 24 milliónir dollarar lætnir bestu liðunum. Vinnandi liðið fær 10 milliónir dollarar.

Dota 2 er spæl, har fimm spælarar eru á hvørjum liði, og ein av bestu spælarum í heiminum er føroyski Johan "N0tail" Sundstein (myndin), sum tó er uppvaksin í Danmark.


Kelda og lesið meira HER

placeholder

Meira langlesnaður