Dreingir klára seg betur til próvtøkur

2016-06-08 17:24 Author image
Dimma

Dreingir klára seg lutfalsliga betur í próvtøkum, vísir ein kanning av ársmetum og próvtøkumetum. Tað er Olav Absalonsen, lærari á Handilsskúlanum, sum hevur staðið fyri kanningini, sum verður umrødd í Miðnámsriti nr. 10 frá juni.

Ætlanin var upprunaliga at kanna munin millum ársmet og próvtøkumet, bæði í lærugreinum við skrivligum og munnligum próvtøkum. Men meðan Olav Absalonsen blaðaði gjøgnum tilfarið, sær hann, at hjá gentum er próvtøkumiðal ofta lægri enn ársmiðal, men hjá dreingjum er ofta meira javnt.

Kanningin byggir á tøl frá próvtøkum í Handilsskúlanum í 2006 og 2007.

Kanningin vísir, at í munnligum próvtøkum fingu dreingir í HH lægri ársmet enn gentur í miðal, men at dreingir fingu hægri próvtøkumet enn gentur í miðal.

Í FHS fingu gentur somuleiðis hægri ársmet í munnligum enn dreingir, og tær fingu eisini hægri próvtøkumet enn dreingir í miðal, men har var munurin minni enn í ársmetinum, so rákið var tað sama sum í HH.

Í skrivligum líktust HH og FHS eisini. Í HH var eingin munur á ársmetum hjá gentum og dreingjum í miðal, men próvtøkumetini hjá dreingjum vóru hægri enn hjá gentum. Í FHS fingu gentur heldur betri ársmet enn dreingir í skrivligum, men próvtøkumetini hjá dreingjum vóru betri enn hjá gentum.

Sostatt vóru rákini tey somu. Genturnar standa seg betur gjøgnum alt árið, dreingirnir standa seg betri til próvtøkur. Spurningurin er so, hví dreingir fáa betri próvtøkumet í mun til ársmet, enn gentur fáa. Tann spurningurin er opin, sigur Olav Absalonsen.

- Eitt boð er, at gentur flest duga betur at røkja sínar skyldur gjøgnum árið enn dreingir, og tað ger, at tær fáa betri ársmet. Tá ið so próvtøkan kemur, verður avdúkað, at hesi ársmetini eru verri at halda hjá teimum hugagóðu enn hjá teimum, sum hava tikið sær av løttum gjøgnum árið, sigur Olav Absalonsen, sum samstundis heldur tað vera ivasamt, um hetta heldur, tí tað, at ein næmingur røkir sínar skyldur í árinum, skuldi ikki bara sæst aftur í ársmetinum, men eisini í próvtøkuavrikinum.

Sama rák ger seg eisini galdandi á Oxford University, har dreingir ár um ár klára seg betur í próvtøkum enn gentur. Mike Nicholson frá Oxford University vil vera við, at dreingir tora betur at taka kjansir og vága meira í próvtøkum enn gentur, og tað sæst aftur í úrslitinum.

Dreingir sum heild fylgja ofta tí, sum teir hava varhugan av, tá ið teir ikki vita við vissu, meðan gentur eru sum heild meira varnar, sigur Nicholson, men øll eru ikki samd við hann um hetta. M.a. vísa aðrar kanningar á, at gentur klára seg betur enn dreingir í hægri útbúgvingum.

Hvussu er og ikki, so er sama rák galdandi í fleiri kanningum, sum vísa, at dreingirnir standa seg lutfalsliga betur í próvtøkum.

placeholder

Meira langlesnaður