Dreymar við Havið sýnast á altjóða filmsstevnuni í Tromsø

Myndakvinnan er Virginie Surdej og á myndini eru Helena Heðinsdóttir í leiklutinum sum Ragna, og Juliett Nattestad í leiklutinum sum Ester.

Dreymar við Havið sýnast á altjóða filmsstevnuni í Tromsø

2017-12-18 13:23 Author image
Innsent

Føroyski filmurin “Dreymar við havið” eftir Sakaris Stórá, verður í januar sýndur á altjóða filmsstevnuni í Tromsø, Noregi.

Tromsø International Film Festival, sum er stórsta filmsstevna í Noregi og millum stórstu filmsstevnur í norðanlondum, sýnir umleið 80 filmar hvørt ár, fyri umleið 60.000 vitjandi.

Hetta verður fjórða altjóða filmsstevnan sum “Dreymar við havið” luttekur á. Filmurin hevði frumsýning í Føroyum í heyst, og hevur síðan luttikið á filmsstevnum í Íslandi, Italia og Týsklandi.

Havnar Bio sýndi filmin í heyst og aftur í desembur, og sýningar hava eisini verið í Klaksvík, Suðuroy, Runavík og komandi ár verða sersýningar í Fuglafirði og á Sandoynni.

Til ber at fylgja við og lesa meira um filmin her, og meir sæst um Tromsø International Film Festival her


Meira langlesnaður