Drongurin í sjúkrabilinum í Aleppo sigur alt uttan orð

2016-08-18 10:33 Author image
Dimma

Ein mynd av einum lítlum drongi í einum sjúkrabili. Høvd, akslar, knø og tær eru full í skitti og dusti. Hann varnast nóg illa blóðið, sum rennur úr høvdinum. Eyguni lýsa av brotnari vón. Hann tekur sær til høvdið og hyggur á hondina. Tá ansar hann blóðið, sum hann varliga roynir at turka av sær.

Drongurin tykist ikki so frægt sum skelkaður. Hann er bara tómur. Og tað er kanska tað mest skelkandi við myndini av dronginum í sjúkrabilinum, sum vísir ræðuleikarnar í sýriska borgarakrígnum. Einum kríggi í einum landi, sum tey ið kunnu royna at rýma frá.

Vit hava lænt myndina frá The Guardian, sum hevur hana frá Aleppo Media Centre, ið hevur lagt eitt videobrot út av hendingini, sum fer um heimin beint nú. Hjálparfelagsskapir og onnur deila myndina og vísa sítt máttloysi mótvegis støðuni.

Drongurin er fimm ára gamal og eitur Omran Daqneesh. Hann er eitt av fleiri børnum, sum mikudagin fingu skaða í einum av óteljandi álopum í býnum, har harðir bardagar fara fram um valdið beint nú.

Omram fekk viðgerð á sjúkrahúsinum seinni um kvøldið, tað fingu eini 12 onnur børn undir 15 ár eisini. Myndin verður nú deild á sosialum miðlum um allan heimin. Nógv spyrja spurningin: Hvat kunnu vit gera?  Hetta er veruleikin í Sýria, sum missir fleiri ættarlið av børnum. Beint nú.

 

placeholder

Meira langlesnaður