Drotningin í ES-Kommissiónini

Drotningin í ES-Kommissiónini

2017-07-09 15:00 Author image
Jógvan Svabo Samuelsen

So seint sum týsdagin í farnu viku, tann 27. juni 2017, gav Margrethe Vestager, ES-Kommisserur í kappingarmálum, aftur eina sekt í milliardaklassanum. Sektin varð áløgd heimskendu internetleitiskipanini Google, og var sektin á heilar 18 milliardir danskar krónur. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at danska drotningin í ES-Kommissiónini fer beint í krovið á heimsins størstu altjóða fyritøkum, sum ikki virða kappingarrelgurnar í Evropeiska Samveldinum ES.

Margrethe Vestager Hansen bleiv fødd tann 13. apríl 1968 í Glostrup beint uttanfyri Keypmannahavn. Hon vaks upp í bygdini Ølgod í vesturjútlandi. Bæði foreldur hennara vóru sóknarprestar, og vóru eisini virkin í politiska flokkinum Radikala Vinstra. Hon varð útbúgvin búskaparfrøðingur frá lærda haskúlanum í Keypmannahavn í 1993, og arbeiddi síðani sum fulltrúi í danska Fíggjarmálaráðnum árini 1993-1995, ráðgevi í Økonomistyrelsen árini 1995-1997 og sektriteriastleiðari í Økonomistyrelsen árini 1997-1998. Tann 11. juni 1994 giftist hon við Thomas Jensen, adjunkti, og saman eiga tey tríggjar døtur.

Margrethe byrjaði sína politisku lívsleið sum fólkatingsvalevni í 1988 fyri Radikala Vinstra í Esbjerg valdøminum. Hon var fólkatingsvalevni fram til 1992. Í 1993 gjørdist hon landsformaður fyri Radikala Vinstra. Hon var tá tann yngsti landsformaður, sum flokkurin hevði havt – hon var einans 25 ára gomul. Upprunaliga var starvið eitt reint fyriskipanarligt starv, men hon megnaði at broyta hetta, so at starvið gjørdist hennara politiski platformur. Til Fólkatingsvalið í 1998 stillaði Margrethe Vestager so upp aftur til Fólkatingið. Hesaferð í Fredensborg valdøminum í norðursælandi, men hon gjørdist tó ov stutt til at verða vald inn.

Lesið meira í blaðnum

placeholder

Meira langlesnaður