Drotningin er lend

2016-06-12 16:27 Author image
Sigmund Vang

Klokkan 15.47 lendi hennara hátign Margreta Drotning II av Danmark á flogvøllinum í Vágum. Komandi fimm dagarnar vitjar hon oyggjar okkara, og ferð hennara á hesum sinni umfatar Suðuroynna (Tvøroyri, Hov, Hvalba og Sandvík), Tórshavn og Sand.

Skráin er umfatandi og nógvar ymsar vitjanir eru á skránni. Í kvøld hendir ikki tað stóra, og tað er kanska rætt at siga, at almenna vitjanin byrjar á Drelnesi klokkan 9.15 í morgin árini (mánadag).

Tað var tó ein lítil móttøka í Vágum í dag. Aksel V. Johannesen løgmaður, Dan M. Knudsen, ríkisumboð, Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, John Kølbæk landfúti og Jákup Sverri Kass flogvallarstjóri tóku ímóti drotningini og fylgi hennara.

placeholder

Meira langlesnaður