Drotningin um hjúnarskilnað: Nei, harragud !

2016-06-16 22:06 Author image
Sigmund Vang

Drotningin hevur verið einsamøll á vitjan ymsastaðni í seinastuni, tó at hon, tá Heinrikkur prinsur bleiv pensjóneraður, boðaði frá, at hann framhaldandi fór at vera við av og á. Heldur ikki varð nógv gjørt burturúr, tá Heinrikkur prinsur fylti 80 ár herfyri, sjálvt um slíkar hendingar vanliga verða brúktar í ein ávísan mun til at bjóða almenninginum at fylgja við. Føðingardagurin varð hildin á slottinum hjá Heinrikki og drotningini í Fraklandi, og har vóru einir 80 gestir, segði drotningin á tíðindafundi í Havn í dag.

Tá so alt hetta verður havt í huga, umframt at kongahúsið herfyri boðaði frá, at einki serligt fór at verða gjørt burturúr komandi ár, tá drotningin og Heinrikkur prinsur hava gullbrúdleyp, spurdi journalisturin hjá BT, um talan í veruleikanum (de facto) er um ein hjúnarskilnað. Margreta drotning varð eitt sindur paff av spurninginum og svaraði stutt við fýra orðum: ”Nej, bevar mig vel”, ella kanska á føroyskum: ”Nei, harragud”.

 

placeholder

Meira langlesnaður