Duldar lýsingar skulu burtur

2016-05-11 08:48 Author image
Dimma

Vit hava øll sæð tað. Á einari síðu í einum blaði stendur ein lýsing. Og beint við stendur ein at síggja til journalistisk grein um sama evni.

Hvat er nú hvat? Er greinin skrivað, tí at lýsarin fær hana afturfyri at lýsa í blaðnum? Ella er tað bara púra tilvildarligt samanfall?

Í øllum førum er tað ikki loyvt at fjala lýsingar í teksti, sum sær út til at vera ritstjórnað tilfar.

- Reglan, at tað týðiliga og greitt skal standa, at talan er um eina lýsing, er galdandi í øllum noðurlendsku londunum, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð.

Norðurlendsku brúkaraumboðini savnaðust í Karlstad tann 27. og 28. apríl at skifta orð um trupulleikan við duldum lýsingum. Breið semja er um, at hetta er ein átrokandi spurningur. Tað hevur týdning fyri brúkaran at vita, um talan er um lýsing, og hvør ið sendir eini handilslig boð, staðfestir Brúkaraumboðið.

Í Føroyum hevur samanvavsturin eisini vundið nógv upp á seg. Serliga lýsingabløð brúka tað sum agn at lokka lýsarar til, at tey kunnu skriva eina grein um eitt virki ella eina vøru. Haraftrat eru eisini sokallað tema-bløð, har tað kann tykjast ógreitt fyri lesaran, hvørjum fortreytum greinum er skrivað út frá.

Tað verður kallað samanhangslýsingar og innihaldslýsingar í teimum førum, tá ið handilsligi boðskapurin er duldur í ritstjórnaðum tilfari.

Brúkararnir hava rætt til á einfaldan hátt at kunna gera mun á, hvat ið er journalistiskt ella persónligt innihald, og hvat, ið er ætlað marknaðarførslu. Er handilsligur boðskapur í, skal tað vera lesarunum fullkomiliga greitt, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð, í tíðindaskrivi.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður