Víkingur upp á toppin

2016-05-29 17:26 Author image
Simona Midjord

Effo-deildin fekk eitt nýtt oddalið í dag, tá Víkingur við 1-0 sigri móti HB í Sarpugerði yvirhálaði KÍ í sera spennandi oddastríðnum í bestu føroysku fótbóltsdeildini.

Víkingur vann við málinum, sum Sølvi Vatnhamar gjørdi, tá dysturin var góðar 70 minuttir gamal. HB megnaði ikki at svara aftur og hevur bara fingið eitt stig í seinastu seks dystunum.

Eitt stig var eisini tað, sum B36 og Skála fingu í part í Gundadali. Fyrri hálvleikur var ógvuliga linligur, men í seinna hálvleiki legði Brian Jacobsen skálamenn framum við hegnisligum skallara. B36 skifti Sebastian Pingel inn stutt seinni, og hann takkaði fyri álitið við at skora útjavnandi málið tíggju minuttir fyri leiklok. Skála vísti, at tað als ikki var av tilvild, at teir vunnu á B36 tíðliga í kappingini, og teir høvdu eina stigið uppiborið móti einum B36-liði, sum í dag saknaði talismanin Lukasz Cieslewicz.

Eisini á Svangaskarði endaði tað við javnleiki, men tað var væl meira undirhaldandi enn í Gundadali. Dysturin millum B68 og TB endaði 3-3, eftir at tvøramenn høvdu verið á odda bæði 2-0 og 3-2. Albert Adu og Salmundur Bech góvu TB leiðsluna, men Jann Ingi Petersen fekk minkað til 1-2 áðrenn hálvleikssteðgin, og tíggju minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Michal Przybylski til 2-2. Salmundur Bech gjørdi tað síðani til 3-2 til TB, men stutt seinni fekk B68 brotsspark, sum Óli Olsen setti í netið til endaligu støðuna 3-3. B68 hevur framvegis ikki vunnið ein dyst í landskappingini í ár, men hesaferð stóð ikki á at gera mál.

Dysturin millum AB og ÍF byrjaði á Argjum klokkan 17:15, og seinasti dysturin í hesum umfarinum verður spældur 5. juni í Klaksvík millum KÍ og NSÍ. Tá fær KÍ møguleikan at taka oddasessin frá Víkingi aftur.

Úrslitini í 13. umfari:

B36-Skála 1-1

B68-TB 3-3

Víkingur-HB 1-1

AB-ÍF (byrjaði kl. 17:15)

KÍ-NSÍ (verður spældur 5. juni)

Støðan:

Víkingur 28 stig, KÍ 26 stig, B36 25 stig, NSÍ 24 stig, HB 18 stig, ÍF 15 stig, Skála 10 stig, TB 10 stig, AB 9 stig, B68 6 stig.

Komandi umfar 12. juni:

TB-NSÍ

KÍ-Víkingur

Skála-AB

HB-B36

ÍF-B68

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður