KÍ er nú einsamalt á odda

2016-05-22 17:02 Author image
Simona Midjord

Fyri triðju ferð á rað vann KÍ í dag 1-0, hesaferð móti TB. Jóannes Bjartalíð gjørdi málið mestsum beinanvegin í dystinum. Úrslitið merkir, at KÍ nú er einsamalt á odda í Effo-deildini við 26 stigum. KÍ hevur ikki tapt síðani í 3. umfari, og sigurin í dag var tann fimti á rað hjá klaksvíkingum.

Víkingur, sum í gjár vann 3-1 á Skála, er næstfremst við 25 stigum, og síðani koma NSÍ og B36 við 24 stigum í part.

NSÍ vann undirhaldandi dyst móti HB í Gundadali 4-3. B36, sum var á odda áðrenn hetta umfarið, spældi 0-0 móti ÍF í Fuglafirði og datt harvið heilt niður á fjórða pláss. Bert tvey stig skilja fýra tey fremstu liðini.

HB er á fimta plássi við 18 stigum, og ÍF kom við javnleikinum í dag upp á 15 stig. Hesi bæði liðini eru eitt sindur avbyrgd í miðjuni á stigatalvuni beint nú. Kappingin í niðastu helvt av stigatalvuni er eisini hørð. Skála og TB fingu ikki stig í hesum umfarinum, men tað fingu B68 og AB, sum spældu javnt 2-2 á Svangaskarði. AB, Skála og TB hava øll 9 stig, og B68 kom við javnleikinum í dag upp á 5 stig.

Úrslitini í 12. umfari:

B68-AB 2-2

HB-NSÍ 3-4

ÍF-B36 0-0

KÍ-TB 1-0

Skála-Víkingur 1-3 (spældur í gjár)

Støðan:

KÍ 26 stig, Víkingur 25 stig, NSÍ 24 stig, B36 24 stig, HB 18 stig, ÍF 15 stig, AB 9 stig, Skála 9 stig, TB 9 stig, B68 5 stig.

Komandi umfar 29. mai:

Víkingur-HB

AB-ÍF

KÍ-NSÍ

B36-Skála

B68-TB

placeholder

Meira langlesnaður