Eftirlønargjaldið í 2018 verður 4.145 krónur mánaðarliga

Savnsmynd

Eftirlønargjaldið í 2018 verður 4.145 krónur mánaðarliga

2017-09-25 11:39 Author image
Innsent

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 3 % frá 1. januar 2018, soleiðis at eftirlønin fer frá 4.025 til 4.145 kr. um mánaðin. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 49.740 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2018.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2016 vóru útgoldnar 360 mió. kr. í eftirlønum úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, meðan útgjaldið til eftirløn í 2017 er mett til 379 mió. kr.

placeholder

Meira langlesnaður