Eiðis kommuna stykkjar út við Múlaklett

2017-03-28 14:56 Author image
Sigmund Vang

Í skrivi sent miðlunum, boðar Eiðis kommuna frá, at hon nú fer at bjóða fólki at skriva seg upp til grundøki við Múlaklett á Eiði.

- Økið talan er um, hevur eitt fantastiskt útsýni suður gjøgnum Sundalagi, út gjøgnum Mølina, Slættaratind, Gráfelli og annars oman yvir bygd og vøll, skrivar kommunan eitt sindur ómæðin.

Talan er um eina stóra verkætlan, sum passar til tann tørv, sum kommunan metir er í løtuni. Bygdaráðið avráddi á bygdaráðsfundi 27. mars í ár at kanna eftirspurningin áðrenn arbeiðið verður sett í gongd.

Ætlanin er, at arbeiðið upp á útstykkingina skal byrja í summar og kemur helst at ganga út í 2018.

Samanlagt er talan um eina útstykking á heili 25 grundøkir, tó so, um eftirspurningurin ikki er til staðar, so verður útstykkingin helst býtt upp í byggistig, har áleið 8 grundøkir eru í hvørjum byggistigi.

Fyribils er freistin at skriva seg upp til grundøki sett at vera 21.apríl, sigur kommunan.

  

 

placeholder

Meira langlesnaður