Eiðis kommunu munandi meira inn í kommunuskatti

2017-02-08 10:17 Author image
Sigmund Vang

Kommunuskatturin fyri januar hjá Eiðis kommunu hilnaðist væl. Í mun til januar í fjørð er talan um eina hækking á áleið 20%, hetta er ein munur á heili 250.000 krónur, upplýsir Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommuna

Í miðal hækkaðu inntøkurnar fyri landið við áleið 10%, so Eiðis kommunu liggur væl omanfyri miðal.

Tað er torført at siga júst hvat er broytt seinasta árið, fólkatalið er vaksið nakað og tað er ikki óhugsandi at lækkaði skattaprosentið hevur ein leiklut í skattavøkstrinum.

- Tað er farið at loysa seg munandi betur at arbeiða, tá man býr í Eiðis kommunu, fólk tíma betur at arbeiða tá meiri liggur eftir. Tað vóru mong, ið hildu at vit vóru svøk at geva ein so stóran skattalætta, men sigast má at hetta hevur als ikki havt nakra keðiliga ávirkan, hinvegin tykist skattalættin hava gjørt sítt til at inntøkurnar eru vaksnar, sigur Jógvan í Skorini.

Hann leggur afturat, at að er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu fyri alt 2017, men vit kunnu bara staðfesta at 2017 hevur fingið eina munandi betur byrjan enn 2016, og man kann bara gita hvør orsøkin er.

Eiðis kommuna lækkaði skattin við 2% til fíggjarætlanina 2016, hetta svarar til áleið 10% av skattagrundarlagnum hjá kommununi. Í dag hevur Eiðis kommuna lægsta skattaprosent í miðstaðarøkinum.

placeholder

Meira langlesnaður