Eik og TF skifta til Betri

2017-03-20 22:26 Author image
Dimma

Stutt eftir at sendingin um Eik var liðug í sjónvarpinum, fóru tey undir at taka skeltini niður á bygningnum hjá Eik og Tryggingarfelagnum. Neyvan var tað tí at sendingin hevði verið, men tí at samtakið skal skipast av nýggjum undir navninum Betri.

Hetta var nakað sami framferðarháttur, sum tá Føroya Sparikassi skifti navn til Eik á sinni. Tá fólk vaknaðu um morgunin vóru nýggj skelti á øllum bygningunum.

Okkara myndamaður náddi ikki at taka myndina, áðrenn ein dúkur varð breiddur út yvir. Men undir dúkinum hómast navnið Betri. 

  

  

Meira langlesnaður