Eik banki er nøgdur við fyrra hálvár

2016-08-29 09:40 Author image
Dimma

- Úrslitið er nøktandi, og á hædd við tað, vit høvdu roknað við, serliga tá hugsað verður um hørðu kappingina á føroyska marknaðinum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.

Hóast harða kapping heldur Eik Banki fast um sína støðu á føroyska lánimarknaðinum. Eik Banki hevur gingið á odda við at lækka renturnar hjá bústaðareigarunum, og hava hesar verið týðandi partur í lækkandi kostnaðarstøðinum í samfelagnum, og eru tískil komnar føroysku húsarhaldunum til góðar, sigur bankin í tíðindaskrivi.

Innlánini vaksa og við einum solvensi á 22,3 prosent er talan um ein hin tryggasta peningastovnin í danska ríkinum.  Innlánini eru vaksin við 530 milliónum krónum fyrra hálvár, og samlaðu útlánini eru somuleiðis hækkaði eitt vet, samstundis sum at góða gongdin í samfelagnum hevur við sær, at privatkundar og vinnukundar í stóran mun velja at innfría síni lán.

Úrslitið er lægri enn sama tíðarskeið í fjør og er hetta í stóran mun orsakað av einstøkum størri niðurskrivingum, sum skulu haldast upp ímóti afturføringum fyrra hálvár 2015.

Bankin heldur fast við positivu útlitini fyri árið, og ársúrslitið fyri skatt fer væntandi at liggja millum 50-80 milliónir krónur áðrenn skatt.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður