Eik málið latið fútanum

Eik málið latið fútanum

2017-07-18 15:23 Author image
Georg L. Petersen

Fíggjarmálaráðið hevur almannakunngjørt kanningina hjá Bárði Larsen um Eik-málið, sum Taks nú hevur latið fútanum.

Taks fær nakrar ákoyringar í kanningini hjá Bárði Larsen í sonevnda Eik-málinum. Úrslitið er millum annað, at Taks hevur latið fútanum málið.

Niðurstøðan hjá Bárði Larsen sæst HER

Viðmerkingarnar frá Taks kunnu lesast HER

Í sambandi við niðurstøðuna skrivar Fíggjarmálaráðið:

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum setti 6. mars 2017 Bárð Larsen, adjunkt í løgfrøði, at kanna málsgongdina á TAKS í sambandi við sonevnda skattamálið hjá EIK.

Arbeiðssetningurin hjá Bárði Larsen var: “At kanna, hvørt málsgongdin í málinum var í samsvari við galdandi fyrisitingarreglur, herundir um tað var rætt av TAKS ikki at senda fútanum málið til revsirættarliga støðutakan.”

Endamálið við kanningini var at kanna, um TAKS viðgjørdi skattamálið hjá EIK á fullgóðan hátt. Hetta varð gjørt til tess at tryggja, at møgulig lýti í fyrisitingini komu í ljósmála, at geva møguleika fyri at rætta møguligar feilir, og at stig kundu takast til at styrkja og betra skattafyrisitingina framyvir.

30. juni 2017 lat Bárður Larsen Fíggjarmálaráðnum sína frágreiðing. Eftir at frágreiðingin er latin Fíggjarmálaráðnum hevur málið verið til viðmerkingar hjá TAKS og Betri banka. Frágreiðingin kundi verið almannakunngjørd, um Betri banki tók undir við hesum. Men Betri banki hevur ynskt, vísandi til §151 í Skattalógini um tagnarskyldu, at hvørki frágreiðing ella niðurstøður verða almannakunngjørdar. Fíggjarmálaráðið er ikki samt í hesum og metir, at meginparturin av høvuðsniðurstøðunum kunnu almannakunngerast. Hesar eru viðlagdar hesum skrivi saman við viðmerkingum frá TAKS til frágreiðingina hjá Bárði Larsen.

Høvuðsniðurstøðurnar hjá Bárði Larsen eru:

  • at talan var um fyrsta og einasta skattamál av sínum slagi í Føroyum,
  • at TAKS ikki hevur tikið avgerðina í juni 2015 í sonevnda skattamálinum hjá EIK á einum nøktandi grundarlagi, men at málsviðgerðin í seinna parti av málinum hevur verið nøktandi,
  • at TAKS ikki hevur havt greiðar mannagongdir fyri, hvussu stór og trupul mál skulu viðgerast, herundir nær uttanhýsis ráðgeving verður fingin til høldar,
  • at endaliga niðurstøðan hjá TAKS um, at virðið av good-will á 0 kr. var ein niðurstøða, ið rættaði fyrru avgerðina, uttan at gera tað neyðugt at afturkalla ella ógilda fyrru avgerðina,
  • at TAKS átti at hava sent fútanum málið til støðutakan.

Fíggjarmálaráðið staðfestir, at:

  • TAKS nú hevur avgjørt at senda málið til fútan til støðutakan og sostatt hevur rættað fyrru avgerðina.
  • TAKS tók ávís stig til at betra fyrisitingina í seinnu helvt av viðgerðini av skattamálinum hjá EIK.
  • TAKS ikki hevur nøktandi mannagongdir á ávísum økjum. Til tess at styrkja skattafyrisitingina hevur TAKS, frá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, fingið skrivlig boð um at fáa fylgjandi viðurskifti í rættlag í seinasta lagi hálvan september:

Greiðar, skrivligar mannagongdir fyri:

  1. hvørjir málsviðgerar viðgera stór og/ella trupul mál, og nær heitt verður á uttanhýsis serkunnleika,
  2. í hvønn mun leiðsla og stjórn skulu luttaka í málum og møguliga taka prinsipiellar avgerðir,
  3. hvørjar upplýsingar skattgjaldarar skulu lata fyri at geva TAKS eina nøktandi mynd av málinum,
  4. nær TAKS sendir fútanum mál til støðutakan, og
  5. onnur viðkomandi viðurskifti, ið kunnu styrkja fyrisitingina hjá TAKS.

Fíggjarmálaráðið staðfestir somuleiðis, at viðgerðin hevur sett spurnartekin við, um tíðin ikki er farin frá herdu tagnarskylduni í § 151 í Skattalógini, ið varð ásett, langt áðrenn vit fingu vanligar innlitsreglur og fyrisitingarlóg. Eisini er møguligt, at neyðugt verður at herða og nágreina upplýsingarskylduna hjá vinnurekandi feløgum. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur tí sett í gongd arbeiði at gera lógarbroytingar hesum viðvíkjandi.

Samanumtikið verða ítøkilig stig nú tikin fyri at fyribyrgja, at søgan endurtekur seg. TAKS fer undir at styrkja fyrisitingina, eitt nú við greiðari mannagongdum í mun til stórmál framyvir, skattalóggávan verður endurskoðað, og fútin fær hartil møguleika at taka støðu til málið."

placeholder

Meira langlesnaður