Ein dagur í lívinum hjá samkyndum

2016-07-09 20:55 Author image
Elisa Vang

- Tað átti at verið lætt, hugsaði eg, tí her er alt so opið nú. Men hvussu eg so royndi, fekk eg ongan at stilla upp. Av ymiskum orsøkum bóru øll seg undan. So eg mátti royna okkurt annað, og fór so til Íslands og Danmarkar. Og har var nógv lættari. Tað sigur eitt sindur.

Soleiðis sigur Edvard Nyholm Debess um myndabókina Teir og tær - bitar úr gerandisdegnum, sum hann hevur gjørt um samkynd. Í tvey ár hevur hann fylgt átta pørum, verið við teimum til arbeiðis, verið við og heintað børn í barnagarðinum, verið í býnum saman við teimum og enntá búð heima hjá onkrum av teimum. Endamálið var at lýsa ein gerandisdag hjá samkyndum, sum er so meinlíkur hjá øllum øðrum.

- Eg helt, at samkynd pør og samkynt samlív høvdu verið sera nógv frammi seinnu árini, og spurningurin um hvørt tey skulu sleppa at giftast, hevur fylt ómetaliga nógv. Og eg fekk hug til at taka fatur í hesi hugtøkini, ið knýta seg at tí generellu fatanini av samkyndum parlagi og vildi royna at normalisera tey. Samkynt lív verður bæði politiskt og í miðlum gjørt til nakað, sum tað ikki er. Tí vildi eg gjarna vísa fólki, at hetta lívið er púra normalt.

At enda eydnaðist at fáa eitt føroyskt par at vera við. Í bókini eru tilsamans átta pør, og í flestum førum er annar parturin føroyingur.

Tað er Mentanargrunnur Studentafelagsins, ið gevur bókina út, og hon kemur á gøtuna tann 25. juli.

 

Les meir um bókina í nýggjastu Dimmalætting. Har kanst tú eisini lesa samrøðuna við Edvard Nyholm Debess.

placeholder

Meira langlesnaður