Ein kempa er loksins fallin

2016-06-06 22:55 Author image
Dimma

Byggjast skal ein bussterminalur í Steinatúni, og tekningarnar geva ikki rúm fyri gomlum trøum. Tí mátti eitt av teimum eyðkendu trøunum beint norðan fyri Føroya banka fellast í dag.

Talan er um træið, sum hevur staðið á staðnum, har Karl F hevði handil. Handilin hjá Karl F. varð tikin niður í 1977, men træið slapp at standa eftir. Nøkur fólk vilja vera við, at træið tá var friðað, eftir ynski frá eftirkomarum, men tað hevur ikki eydnast at uppspurt nærri um tað.

Træið hevur staðið krókut og skeivt í nógv ár, og tað hevur staðið ímóti bæði framburði og stormi. Seinni árini hevur tað staðið sum upp á tross upp úr asfaltinum, tað hevur prýtt staðið og mint á eina farna tíð.

Nú gekk ikki longur, og træið varð felt hendan 6. juni í 2016. Harmiligt, halda fleiri. Neyðugt halda onnur.

Her er handilin hjá Karl F, sum varð tikin niður í 1977. Træið, ið varð felt í dag, stendur frammanfyri:

   

Her síggjast handilin og træið á eldri tekning:

   
Her er mynd av Siggu og Karl F. Johansen, sum hevði og legði navn til handilin Karl F:

 

   

  

placeholder

Meira langlesnaður