Ein sjúkrahúsleiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini

2017-03-02 13:59 Author image
Sigmund Vang

Ein menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið er løgd fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis.

- Við hesum broytingum, sum nú verða lagdar fram, verður okkara sjúkrahúsverk framtíðartryggjað soleiðis, at sjúklingar - eisini frameftir - fáa eina dygdargóða tænastu. Ætlaðu broytingarnar skulu samstundis stuðla undir, at virksemið verður tryggjað á øllum trimum sjúkrahúsunum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum á heimasíðuni hjá aðalráðnum.

- Tað er mín greiða fatan, at ein fortreyt fyri nógvum av teimum 25 tilmælunum í menningarætlanini er, at sjúkrahúsverkið er skipað sum ein organisatión. Tí er málið hjá mær sum landsstýriskvinna, at sjúkrahúsverkið frameftir verður skipað á henda hátt. Hetta merkir ítøkiliga, at í seinasta lagi 1. januar 2018 er settur ein ovasti leiðari fyri sjúkrahúsverkið, sum saman við lokalu staðbundnu leiðslunum koma at mynda framtíðar leiðsluna í sjúkrahúsverkinum, sigur Sirið Stenberg á heimasíðuni hjá aðalráðnum og leggur afturat, at álit og virðing er fyri øllum pørtum.

-Tað verður framhaldandi tørvur á at hava lokalar leiðslur á staðnum, men tær leiðslurnar verða eisini partur av samlaðu sjúkrahúsleiðsluni. Hetta merkir, at lokalu leiðslurnar á øllum sjúkrahúsunum hava eina felags ábyrgd fyri virkseminum í samlaða sjúkrahúsverkinum, sigur hon.


Lesið meira HER

  

  

 

 

placeholder

Meira langlesnaður