Ein long nøs

Ein long nøs

2017-06-25 22:39 Author image
Georg L. Petersen

Fiskimálaráðið og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hava verið undir ógvusligum trýsti seinastu tíðina, tí eitt veiðiloyvi varð flutt frá línuskipi til ídnaðarskip ímóti galdandi reglum. Orsøkin er serliga, at hann sjálvur kravdi Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismann, frá í sambandi við eitt líknandi mál, sum endaði við eini átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni.

Tað er eingin ivi um, at tað er skeivt atborið í Fiskimálaráðnum/Vørn, tá loyvið varð flutt. Tað hevur landsstýrismaðurin eisini sjálvur váttað, men hann heldur ikki, at hann skal frá av tí orsøk, hóast hann í síni tíð kravdi tað av Jacobi Vestergaard. Hann sigur seg ikki hava verið virkin í málinum á sama hátt sum Jacob Vestergaard.

Hetta er so ein politiskur spurningur og upp til Aksel Johannesen, løgmann, at gera av, ella at tað verður reist eitt misálit, sum við rættiliga stórari vissu fer at falla. Hetta við at reisa misálit, hóast sannlíkindini er lítil fyri undirtøku, heldur tó ikki altíð politikarum aftur – um ikki annað bara fyri at gera ónáðir.

Men Høgni Hoydal hevur veruliga ein keðiliga sak. Hann bað um ov nógv, tá hann bað um at fáa fráboðan um allar flytingar av veiðiloyvum, tí tað er vónleyst hjá einum landsstýrismanni at hava eyguni við. Hetta er ein umsitingarlig uppgáva, og tað er nokk eisini har vit fara at síggja avleiðingar. Aðalstjórin burdi sæð, at tað ikki var rætt at flyta loyvini, og Vørn burdi eisini greiðari sagt frá, at okkurt ikki ruggaði rætt. At Vørn umber seg við, at ráðið áður hevur kolldømt avgerð hjá Vørn um ikki at flyta loyvi frá lítlum til stórt línuskip, heldur ikki tá samanumkemur, tí tað er eitt heilt annað mál. Í aktuella málinum var flytingin millum línuskip til ídnaðarskip so himmalrópandi skeiv, at allar alarmklokkur burdu ringt.

Løgmaður koyrir við vissu ikki landsstýrismannin frá, men fer eftir eina frágreiðing frá Høgna Hoydal uttan iva at krevja avleiðingar – og tá standa oddafiskarnir í Vørn og Fiskimálaráðnum illa, og aðalstjórin má uttan iva hanga í klønum tráð. Vørn er hóast alt ikki meira ein sjálvstøðugur stovnur enn sum so, at hann hoyrir undir Fiskimálaráðið, sum hevur ein aðalstjóra, ið hevur skyldu at syrgja fyri, at samsvar er millum hugsunarháttin í sjálvum ráðnum og Vørn.

placeholder

Meira langlesnaður