Ein søguligur møguleiki og ein skylda fyri framtíðina

2016-08-02 14:17 Author image
Dimma

 Á nýggjárinum verða 40 ár liðin, síðani fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar. Tá fingu vit ræðið á einum sjóøki, ið er 275.000 ferkilometrar til støddar. Í hesum sjógvi í miðjum Norðuratlantshavi er grundarlag fyri einum livandi og endurnýggjandi tilfeingi, ið fyri hvønn íbúgva er mest í heiminum. Við hesum hvílir ein ómetaliga stór ábyrgd á okkum. Vit skulu umsita hetta ríkidømið burðardygt sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum, vinnuni og vælferðini hjá fólkinum. Ikki bert fyri okkum, ið nú liva, men fyri komandi ættarlið.

Vit hava gjørt okkum dýrtkeyptar royndir. Vit hava hesi 40 árini ongantíð megnað at framt eina umsitingarætlan fyri okkara botnfiskastovnar. Eina umsitingarætlan, har vit taka støði í fiskastovnunum og vísindaligum stovnsmetingum. Har vit áseta, hvussu stóran part av stovnunum, vit kunnu fiska á hvørjum ári til tess at fáa mest varandi úrtøkuna. Har vit áseta, at um stovnarnir koma undir ávís mørk, so skulu tiltøk setast í verk. Og har vit áseta, at um gýtingarstovnarnir fara undir eitt lægstamark fyri, nær stovnurin yvirhøvur kann endurnýggja seg, so skal ein endurbyggingarætlan fremjast.

Tað er ein søguligur møguleiki og ein framtíðar skylda, at vit nú fremja hesi mál. Føroyar skulu gerast undangonguland at umsita allar fiskastovnar burðardygt.

Ein umsitingarætlan er samstundis avgerandi krav frá heimsins marknaðum, soleiðis at sum mest fæst fyri hvørt kilo av fiskavørum.

 

Hetta verður gjørt nú

Uppskotið um fiskidagar, ið nú er lagt á tingborð, er fyrsta stigið í eini umsitingarætlan fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum. Har vit seta langtíðarveiðireglur, markvirðir og endurbyggingarætlanir, grundaðar á vísindaliga stovnsmeting og ráðgeving.

Uppskotið hevur hesar høvuðslutir: 

  • Næstu trý árini – í seinasta lagi í 2019 – skulu vit røkka langtíðarveiðiregluni í umsitingarætlanum fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum í samsvari við stovnsmetingarnar og lívfrøðiligu ráðgevingina.
  • Vit taka fyrsta munandi stigið nú í eini endurbyggingarætlan fyri toska- og hýsustovnarnar.
  • Skotið verður upp at minka fiskidagatalið saman við øðrum átøkum til tess at verja toska- og hýsustovnarnar, meðan teir eru á søguliga lágum støði og skulu menna seg uppaftur.
  • At fremja hetta við eini tillagingarskipan soleiðis, at tey fiskifør, sum eru í vinnu og brúka sínar fiskidagar, fáa atgongd til tøkar fiskidagar í skipanini eftir einum lykli í mun til nýtsluna í farna fiskidagaári.

    At seta í verk hesi átøk:
  • At endurskoða gýtingarfriðingarnar av toski sambært uppskoti frá arbeiðsbólki umboðandi Havstovuna, Vørn og vinnuna.
  • At endurskoða friðingarnar av ungfiskaleiðunum.
  • At seta krøv um skiljirist í upsatrolum.
  • At endurskoða skipanina við bólki 5 A og 5 B.
  • At taka stig til vísindaligar royndir á stongdum leiðum í samráði við Havstovuna og vinnuna.

 

Støðan hjá toska- og hýsustovninum

Avbjóðingin og ábyrgdin hjá okkum er ovurstór. Støðan hjá toska- og hýsustovnunum undir Føroyum er serliga álvarslig. Stovnsmetingarnar hjá Havstovuni eru greiðar:

  • Hýsustovnurin verður mettur at vera undir minstamarkinum fyri gýtingarstovnin, og hevur ongantíð verið minni. Ein glotti er, at 2015-árgangurin av hýsu verður mettur at vera rættiliga góður, og at ein tilgongd tí kann verða í komandi ári.
  • Toskastovnurin verður mettur at vera ájavnt við minstamarkið fyri gýtingarstovnin og hevur verið tað síðani 2005.

 

Vit eru í einum tíðarskeiði við vánaligasta fiskiskapi eftir toski og hýsu, sum vit yvirhøvur hava hagtøl fyri.

Vit eru sostatt í eini støðu, har serliga húkaflotin longu við stórum avleiðingum hevur verið raktur av og hevur tillagað seg støðuna við so lágum toska- og hýsufiskiskapi.

Kunnu vit nú tryggja eina endurbyggingarætlan, har veiðitrýstið á toska- og hýsustovnin minkar og ikki økist, meðan stovnarnir kunnu menna seg aftur, kann nógv vinnast fyri framtíðina hjá landi og vinnuni kring alt landið.

 

Týdningurin fyri vinnu og land

At toska- og hýsustovnarnir eru so illa fyri, og fiskiskapurin so lágur, hevur havt álvarsligar avleiðingar fyri samfelagsbúskapin, fyri stórar partar av vinnuni og fyri virksemið og vinnumøguleikarnar kring landið. Vinnan og samfelagið hava seinastu 10-12 árini mist fleiri hundrað milliónir krónur árliga, bara í avreiðingarvirði av toski og hýsu.

Ongin ivi er um, at koma toska- og hýsustovnurin undir Føroyum fyri seg, og vit megna at umsita og troyta teir burðardygt, so hevur hetta alstóran og varandi týdning fyri samfelagsbúskapin og vinnu- og livimøguleikarnar kring landið.

At náttúruviðurskiftini ikki eru til vildar, hava vit ikki sjálv ræðið á. Men vit hava ábyrgdina av at gera av, hvussu høgt veiðitrýstið er, og hvat er ráðiligt at taka úr stovnunum á tí støði, sum teir eru, so teir hava møguleika at vaksa, tá ið náttúruviðurskiftini ganga við.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður

placeholder

Meira langlesnaður