Ein stjórnarskipan fyri øll

Ein stjórnarskipan fyri øll

2017-06-04 13:25 Author image
Georg L. Petersen

25. apríl komandi ár skulu vit á fólkaatkvøðu um eina nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar. Tað hevur samgongan í hvussu er lovað, um hon heldur so leingi.

Hetta er eitt mál, sum hevur sín uppruna í fullveldissamgonguni um aldarskiftið, tá arbeiðið byrjaði við eini grundlógarnevnd, men sum ongantíð rakk á mál. Fyri at gera arbeiðið meira fevnandi politiskt, so varð navnið grundlóg býtt um við stjórnarskipan, men hvørja ferð tað hevur verið um at komið á mál við arbeiðnum, hava politiskir snávingarsteinar forðað fyri, at komið er um málstrikuna. Seinast hevði tað við sær, at Sjúrður Skaale fór úr Tjóðveldi yvir í Javnaðarflokkin. Snávingarsteinurin var, hvørt stjórnarskipanin skuldi virka innanfyri ella uttanfyri donsku grundlógina, sum eisini er okkara.

Nú sita ein samríkisflokkur og tveir loysingarflokkar í samgonguni, og teir skulu loysa gordiska knútin og royna at fáa stóra fjøld av fólki at savnast um hesa skipan, tí uttan breiða undirtøku er ein tílík lóg ikki nógv verd og kemur meira at spjaða heldur enn at savna fólkið.

Lítið hevur verið kunnað um hesa skipan, helst tí alt politiskt kjak er druknað í stórum málum, sum millum annað fiskivinnunýskipan. Ein upplýsingarherferð um eina stjórnarskipan hevði verið køvd beinanvegin.

Men nú er Tjóðveldi farið at brynja seg til fólkaatkvøðuna, sum var tað ein spurningur um loysing ella samband. Tvær Gallup-kanningar eru gjørdar, sum skulu vísa, hvussu nógv fólk fara á val við tí endamáli at fáa loysing.

Tílík argument eru í hvussu er ikki við til at savna fólkið, men heldur at spjaða – og spurningurin er eisini, hvussu klókt tað er av Tjóðveldi at koma við loysingarretorikki, heldur enn bara at leggja fyri við eini sakligari kunning um, hvat tað er vit skulu atkvøða um. Hetta styggir fyri tað fyrsta allar sambandsveljarar og uttan iva eisini nógv javnaðarfólk. Ein kanning frá desember í fjør vísti eisini, at nógv í Fólkaflokkinum eru ímóti.

Tað má vera av týdningi at siga fólki frá, hvat tað er man vil – er talan um eitt loysingarskjal, ella er tað eitt skjal, sum skal staðfesta nøkur serlig rættindi fyri okkum sum fólk? Og hví skulu vit hava nakað sum líkist eini grundlóg, tá vit longu hava eina, sum millum annað verjir okkara mannarættindi?

Tað tykist sum at uppskotið longu er farið at nærkast eggini – enn einaferð.

placeholder

Meira langlesnaður