Ein terroratsókn og onnur

Ein terroratsókn og onnur

2017-06-10 11:11 Author image
Simona Midjord

So hendi tað aftur. Ein vøruvognur drønaði inn í eina mannamúgvu og tveir menn lupu út og stungu frá hond í navni Allah. Kann ikki lata verða við at hugsa um handan Allah. Vænti hann situr í sínum himmali og heldur um høvdið, keddur um, at hasir búrkropparnir hava misbrúkt navn hans og ikki lisið nóg væl uppá í Koranini. Ikki eina ta einastu jomfrúgv til teirra í himmiríki. Nei, eg giti bara.

Men meðan eg gleðist um, at vinir og kenningar hava lýst seg sum “værende i god behold”, í London, kann eg eisini lýsa meg sum “værende i god behold” á Lygnnesi 20. 
Ein hervilig terroratsókn hevur herjað kroppin mín, í form av eini fúlari influensu. Mítt besta boð er, at tað hevur verið mannfólkainfluensa...
Eg legðist í songina týsdagin seinnapart, og har lá eg tvey tey næstu døgnini, einans avloyst av einum grulvitúri út á sofuna til kæra sjonvarpskassan, tá børnini vóru løgst. Men,"med ondt skal ondt fordrives”, og tað royndi eg mítt besta at gera, við at blanda mær bæði ein og tveir írskar kaffi trý kvøld á rað. Onki kann sum tað sterka slagið gera enda á fepurinum. Ella, kanska er tað bara tað, at man gloymir fepurin, tá man liggur soleiðis hálvdeyður og hálvfullur á sofuni, mitt í viku.
Tað var ein verri standur. Børnini spurdu hvat vit fingu til døgurða. Eg teskaði, at eg orkaði onki at gera, men at eg kundi vegleiða elsta soninum til, hvussu hann kundi gera. Og tað spældi væl av. Raspaðar, stoktar kotelettir, við kókaðum eplum og grønmeti. Ótrúligt sum døgurði smakkar væl, tá man ikki hevur gjørt hann sjálvur. Hóast man ikki er meir enn hálvlivandi og ikki orkar at sita upprættur við døgurðaborðið. Herðaklapp til hann.
Men tað tók hart uppá sonin at hava staðið fyri hesum sjálvur. Hann orkaði ikki at eta meiri enn helvtina av tí hann plagar, og tá onkur vinur ætlaði at koma forbí, fekk hann at vita, at sonurin fór at leggja seg. 
Dagin eftir ótu vit breyð. Triðja dagin var ein øgilig neyð. (Hatta rímaði)
– Ert tú frisk nú mamma?! Vit hava ikki etið døgurða í fleiri dagar! 
– Hvat snakkar tú um? Vit hava ikki etið døgurða í ein dag.
– Jaja, men allíkavæl, ert tú ikki frísk nú? Eg kann ikki gera døgurða hvønn dag, eg eri bara 14 ár!
– Tú hevur gjørt døgurða eina ferð! Vit líða onga neyð. Tú má gjarna gera døgurða, okkurt lætt, vit eiga tilfar til lasagnu.
– Huff! Eg kann ikki altíð! Tú ert mamman!
Seinni, sama dag, tá eg lá á sofuni, kom yngsta dótturin inn. 
– Tú kanst ikki bara liggja her! Tað er dagur, tá svevur man ikki.
– Eg slangi mær, tað kann man gott. Mamma er ikki heilt frísk enn. Hvar er babba?
– Ehm...hann slangar sær í kamarinum.
– Hví sleppur hann at slanga sær og ikki eg?
– Tí, tú ert mamman!
Spurningurin er, um eg ikki bara skuldi skaffað mær eina burka…

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður