Einfaldari parkeringstíðir og parkeringsloyvir til íbúgvar

Einfaldari parkeringstíðir og parkeringsloyvir til íbúgvar

2017-05-08 09:57 Author image
Dimma

Nú verða parkeringstíðirnar í miðbýnum í Havn gjørdar einfaldari. Kommunan er farin undir at broyta seinastu skeltini í parkeringsøki 1 í miðbýnum í Havn, verður upplýst á heimasðiðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Í framtíðini kanst tú seta bilin í básar í hesi tíðarbil: 30 min, 2 tímar og 8 tímar. Samstundis fella hesar avmarkingar burtur: 15 min, 1 tími og 4 tímar.

Allir parkeringsbásar í parkeringsøki 1 í miðbýnum hava nú tíðaravmarking. Nýggi parkeringsleisturin er hesin:
• Handilsgøtur (30 min)
• Bústaðargøtur (2 tímar)
• Stóru parkeringsøkini (8 tímar)
Stóru parkeringsøkini eru á Skálatrøð, á Frúutrøð, á Glaðsheyggi, undir Svínaryggi og við Lonirnar. 
Broytingarnar verða settar í verk nú í mai, sigur kommunan.

Tey, sum búgva í øki 1 - altso miðbýnum - kunnu við ávísum treytum fáa eitt loyvi frá kommuni til at seta ein bilin frá sær á almennum vegi í longri tíðarskeið. Fyri at fáa parkeringsloyvi skalt tú hava bústað innan fyri parkeringsøki 1 í miðbýnum og ikki hava møguleika at hava egnan bil parkeraðan á egnum bústaði og ikki hava umstøður at gera egið parkeringspláss. Eitt loyvi verður givið til hvønn bústað. Talan er um eina royndartíð í 1 ár.

Reglugerð viðvíkjandi parkeringsloyvi til borgarar í øki 1 sæst HER

placeholder

Meira langlesnaður