Scandinavian Star: Eingi prógv fyri fleiri brennivargum

2016-08-09 15:26 Author image
Dimma

“Det er sannsynlig at brannen er en naturlig følgebrann initiert av varmespredning i skipskonstruksjonen...”

Soleiðis ljóðar ein niðurstøða hjá norsku løgregluni, sum enn einaferð hevur kannað eldin, ella rættara eldarnar, sum vóru umborð á Scandinavian Star í 1990. Hetta skrivar Aftenposten.no. Sostatt heldur løgreglan tað ikki vera sannlíkt, soleiðis sum annars fleiri hava ávíst, at fleiri persónar hava verið um at sett eld á umborð á Scandinavian Star.

159 fólk doyðu av eldsbrunanum, sum festi í meðan skipið var í Skagerrak tann 7. apríl 1990. Skipið brann í næstan 38 tímar tilsamans, og nýggir eldar festu í fleiri staðni umborð á skipinum. 

Ein danskur lastbilaførari var útnevndur sum tann, ið setti eld á skipið; málið móti honum varð kortini slept 11. apríl 1990, tí hann sjálvur doyði undir eldsbrunanum. Seinni varð avgjørt, at grundarlag var ikki fyri at útnevna hendan danskaran sum tann, ið setti eld á Scandinavian Star.


Málið tikið uppaftur

Í juni 2014 avgjørdi politimeistarin í Oslo, at málið skuldi takast uppaftur, og hann fekk stuðul frá ríkisadvokatinum. Millum annað skuldu eigaraviðurskiftini kannast, og um nakar hevði áhugað í at fáa útgoldið tryggingarpeningin.

Tað eru hesar kanningar, sum løgreglan nú er liðug við. Staðfest verður, at fleiri eldar íkomu, og at minst ein teirra tók seg upp, eftir at tann mistonkti danin sjávur doyði. Stóri spurningurin hevur tí verið, um seinni eldurin varð ásettur, ella um hann kyknaði av øðrum umstøðum. Serliga er tað eldurin í einari deild á Y-dekkinum, sum hevur kravt eina frágreiðing, tí hann kyknaði ikki fyrr enn eitt hálvt samdøgur eftir fyrsta eldin.  

Nýggju kanningarnar hjá løgregluni vísa, at eldurin kann vera kyknaður av hitanum, sum varð leiddur gjøgnum skrokkin og stálkonstruktiónir. Og tí er altso niðurstøðan, sum varð løgd fram á tíðindafundi í Oslo nú seinnapartin, at tað er sannlíkt, at hesin eldurin kyknaði sum ein eftirbrandur av nógvum hita, ið breiddi seg gjøgnum skipið.

Hetta er annars áður víst aftur av einum bólki, sum hevur sett sær fyri at kanna morðbrandin umborð á Scandinavian Star. Tey hava gjørt sína egnu kanning, har tað verður ávíst, at ein útbreiðsla av so nógvum hita millum annað hevði ført við sær, at skipsmálingin hevði broytt lit. Løgreglan hevur kortini staðfest nú, at tað ikki ber til at avgera, um eftirfylgjandi eldarnir vóru ásettir.

“Det er ikki gjort observationer av kriminelle handlinger om bord mens slukningsarbeidet pågikk”, stendur í frágreiðingini, sum varð løgd fram í dag.


Danskur skipsinspektørur mótmælir

Á tíðindafundinum segði kanningarleiðarin Terje Bechmann Dahl, at sløkkiarbeiðið kom ov seint í gongd, tí høvuðsuppgávan var at bjarga mannalívum, og við tað at so seint varð farið at sløkkja, gjørdist skipið so heitt.

- Ongar upplýsingar geva orsøk til at staðfesta, at tað vóru fleiri eldásetingar eftir eld nummar tvey. Ongar eygleiðingar hava verið av kriminellum gerðum umborð, meðan sløkkiarbeiðið fór fram, segði kanningarleiðarin á tíðindafundinum seinnapartin.

Danski skipsinspektørurin Flemming Thue Jensen, sum er farin frá fyri aldur, trýr kortini ikki upp á hesa frágreiðing.

- Hetta er møsn. Stál er ein ógvuliga vánaligur hitaleiðari. Tú kanst hava eina stálstong, sum er reyðgløðandi í einum enda, meðan tú heldur í hinum endanum. So hvussu skal stálið hava sett eld í økið við hydraulikkrúmið. Gingnir vóru næstan 12 tímar, og har var einki í økinum við hydraulikkrúmið, sum kundi brenna, sigur Flemmning Thue Jensen við Politiken.

Sostatt bendir einki á, at søgan um eldin umborð á Scandivian Star kódnar, hóast norska løgreglan nú leggur lok á málið.

placeholder

Meira langlesnaður