Afturúrsigld tøkni: Sóu ikki endan á gekkinum

2016-05-12 15:02 Author image
Sigmund Vang

Kringvarp Føroya hevur tikið avgerð um, at allar sjálvframleiddar sjónvarpssendingar skulu kunna síggjast á internetinum, líka mikið hvar í heiminum, tú ert stødd ella staddur. Kortini er tað ikki altíð, at fólk fáa allar sendingarnar við.

Og tað var júst tað sum hendi fyri eitt føroyskt par, sum var í statt í Danmark tað kvøldið stóri gekkurin fór herfyri. Tey leitaðu sær inn á kringvarp.fo á einum teldli og trýstu á ”beinleiðis sjónvarp”. Fyrsta hálva tíma var eingin trupulleiki. Tey fingu spølini við, men tá vinnarin av spæli trý var funnin og skuldi til at snara hjólinum, bleiv skermurin svartur. Eini boð komu, sum greiddi frá, at Kringvarpið ikki hevði loyvi at senda hesa sending uttanfyri Føroyar. Onnur, sum hava hugt eftir føroyskum sendingum á heimasíðuni hjá Kringvarpinum uttanlands, hava upplivað tað sama. Endar á sendingum verða kvettir, eitt nú tá langt kjak er beinleiðis í sjónvarpsstovuni.

Allur hesin hurlivasi hevur eina forkláring. Hjallgrím Hentze, tekniskur leiðari hjá Kringvarpi Føroya, sigur við Dimma.fo, at Kringvarpið bert hevur loyvi at senda sjálvframleiddar sendingar á internetinum, og tí er neyðugt at avmarka atgongdina, tá fólk stroyma beinleiðis. Tíverri er hendan skipan ikki enn sjálvvirkandi, so at skilja, at manningin í Kringvarpinum, sum er, verður noydd at forrita, hvørjar sendingar skulu kunna síggjast beinleiðis, og hvørjar ikki.

- Kodur verða lagdar inn í mun til skránna. Til dømis loyva vit øllum heiminum at síggja Dag og Viku beinleiðis á netinum, og tá verður skipanin so forritað til at vera opin frá klokkan 19 til tíðindasendingin vanliga eigur at vera liðug. Eitt sindur verður lagt uppfyri, so fólk kunnu fáa alla sendingina við. Men hendir tað so óvæntað, at sendingin verður nógv longri enn ætlað, er tað onkumtíð hent, at forritaðu kodurnar verða virknar, og so verða tey, sum hyggja uttanlands, blakað av, greiðir Hjallgrím Hentze frá.

Og tað var eisini tað, sum hendi hjá teimum báðum, sum hugdu eftir Gekkinum í Danmark. Kringvarp Føroya arbeiðir tó framímóti, at skipanin við at loyva stroyming av livandi myndum uttanlands, verður sjálvvirkandi, so sjálvframleiddar beinleiðis sendingar altíð eru tøkar, líka mikið hvat klokkan er. Tekniski leiðarin dugir tó ikki í løtuni at siga, nær ein slík skipan verður tøk.

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður