Eingin hjálp uppá býarlívið

2016-07-20 21:00 Author image
Jákup Højgaard

- Tað er irreterandi, at kommunan hevur tikið øll parkeringøkini í býnum og so einki meira ger við tað, sigur Ívar Ellendersen, eigari av Smyrjibreyðsbúðini. 

Hann sipar millum annað til parkeringsbásanar uttan fyri gamla Bank Nordik bygningin, sum nú eru burtur og um at ólavsøku fyrireikingarnar taka stórar partar av Skálatrøð.

Hann heldur ikki, at mangul uppá parkeringsbásar ger nakað gott fyri býarlívið, sum frammanundan virka undir trongum korum. 

- Hetta er mitt í tí tíðini á árinum, har mest er at gera og tað hjálpir í hvussu so er ikki býarlívinum at eingin parkeringspláss eru. Løgtingið hevur leigað parkeringsøkið hjá Ebenezer til løgtingslimirnar, men nú tey eru í summarfrí er bummur settur fyri. Tað hevði verið upplagt at loyvt almenninginum inn har at parkera, nú trot er á parkeringsplássum í miðbýnum, heldur hann. 

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur seg væl skilja støðuna, men heldur, at málið er kommunalt og ikki nakað, sum Løgtingi burdi tikið sær av. Hann heldur tó, at ein betur og varandi loysn má finnast sum skjótast. 

Meira langlesnaður