Eingin nýútbúgvin lærari hevur fingið fast starv

2016-08-30 13:45 Author image
Dimma

26 lærarar fingu læraraprógv í summar. Av teimum hevur eingin fingið fast starv; 13 hava fingið tíðaravmarkað starv í eitt skúlaár, meðan fýra hava fingið starv í styttri tíð, heilt niður í ein mánað.

Hetta upplýsir Herálvur Joensen, formaður í Føroya Lærarafelag, á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum. Lærarafelagið hevur sent øllum lærarum, sum fingu læraraprógv í summar, eitt spurnarskema, og 25 av teimum 26 lærarunum hava svarað.

- At helvtin av nýútbúnu lærarunum hava fingið starv, væl at merkja tíðaravmarkað starv, er á ongan hátt nøktandi. Eftir fýra ára lestur standa lærararnir eftir við ótryggum ella slett ongum starvi. Og tað eru eingi útlit fyri, at støðan fer at batna. Barnatalið í fólkaskúlanum minkar áhaldandi, og tepra játtanin til fólkaskúlan gevur ikki rúm fyri at gagnnýta tær væl útbúnu lærarakreftirnar, sum eru, sigur Herálvur Joensen, formaður í Lærarafelagnum.

Sambært Herálvi Joensen eru lærararnir fullvæl greiðir um, at trupulleikar eru at fáa starv í fólkaskúlanum. Tey hava søkt starv í fleiri skúlum, heilt upp í 26 umsóknir og í miðal fleiri enn átta umsøknir í part.

- Tað gevur eisini eina ábending um, at nýggju lærararnir eru tilvitaðir um avmarkaða talið á størvum, at fleiri hava tikið av størvum rættiliga fjart frá bústaðnum. Seks av lærarunum skulu koyra millum 10 og 170 kilometrar til arbeiði. Í miðal koyra teir seks lærararnir, sum ikki búgva í somu kommunu, har skúlin liggur, 78 kilometrar aftur og fram hvønn dag, hevur formaðurin í lærarafelagnum roknað seg fram til.

Komandi ár verða aftur eini 25-30 nýggir lærarar í røðini at søkja um starv. Nýggju læraranir vita tískil, at tað er umráðandi at fáa starv beinanvegin, tí umráðandi er at hava styttri ella longri arbeiðsroyndir at vísa á, tá ið kappast verður um størvini.

Lærarafelagið hevur fleiri ferðir víst á, at Námsvísindadeildin við millumbilum kundi lagt dent á eftirútbúgving av lærarum, heldur enn at útbúgva nýggjar lærarar.

placeholder

Meira langlesnaður