Eingin semja fekst um fiskidagar

2016-08-13 10:13 Author image
Dimma

Samgonga og andstøða eru rúkandi ósamd um fiskidagarnar komandi ár. Tað gongur fram av álitinum um fiskidagar komandi fiskiár.

Álitið hjá vinnunevndini varð lagt fyri løgtingið í gjárkvøldið, eftir eina drúgva roynd hjá formanninum at finna eina breiða semju. Men tað eydnaðist ikki.

Andstøðan, sum hevur meirilutan í vinnunevndini, tekur ikki undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal, sum mælir til at skerja fiskidagarnar 30 prosent, tó við einum buffara á 15 prosent, sum tey skipini, ið hava brúkt allar sínar fiskidagar, kunnu fiska av.

Andstøðan heldur, at verður uppskotið samtykt, fer tað bæði at eggja til ovfisking á innaru leiðum og ørkymlan í vinnuni. Tað er serliga bankanum við eyka fiskidøgum, ið funnist verður at.

- Ein slík skipan er bæði órættvís og fer at eggja skipum at brúka fleiri dagar komandi fiskiár á landgrunninum, tí tey av góðum grundum stúra fyri at missa enn meira komandi árini. Harvið økist veiðutrýstið, serliga á tosk, hýsu og upsa á innaru leiðunum, siga andstøðuumboðini í vinnunevndini.

Samgonguumboðini í vinnunevndini taka sum heild undir við uppskotinum hjá Høgna Hoyda, tó við nøkrum tillagingum.

Álitið hjá vinnunevndini kann lesast her

placeholder

Meira langlesnaður