Andstøðan: Eingin í vinnuni tekur undir við buffara

2016-08-15 10:58 Author image
Dimma

Løgtingið viðger í dag nýggju skipanina til fiskidagar fyri komandi ár, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, legði fram á ólavsøku.

Niðurskurðurin í fiskidøgum er søguliga stórur. Flestu skipabólkar, sum fiska tosk, upsa og hýsu, verða skornir við 30 prosent. Ongantíð áður er so nógv skorið. Haraftrat er ein buffari lagdur inn - ein fiskidagabanki, sum fleiri kalla tað – har 15 prosent av fiskidøgunum vera lutað útaftur til skip, sum hava fiskað allar sínar dagar.

Serliga hetta seinasta verður hildið at vera sera vandamikið, og sambært millum annað Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum og Kára P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, tekur eingin úr vinnuni undir við hesi nýggju skipanini.

- Nógv umboð fyri vinnuna hava verið inni til hoyringar í vinnunevndini í sambandi við hoyringarnar, men ikki ein tekur undir við hesari skipanini, søgdu bæði Bjørn Kalsø og Kári P. Højgaard.

Fyri at fáa úr bankanum ella buffaranum skulu skip og bátar hava brúkt stóran part av teirra fiskidøgum á føroyagrunninum í verandi fiskiári.

- Ein slík skipan revsar tey skip, sum hava fiskað á ytru leiðunum, snelluskip og tey, sum hava fiskað á fjarleiðum. Av góðum grundum hava hesi skip ikki brúkt nóg nógvar fiskidagar til at fáa úr bankanum, hóast skipini hava verið virkin alt árið, siga andstøðuumboðini og vísa til, at ein slík skipan er bæði órættvís og eggjar til størri veiðutrýst.

Sum skilst arbeiðir samgongan við einum broytingaruppskoti til triðju viðgerð, men óvist er, hvat tað snýr seg um.

placeholder

Meira langlesnaður