Einki ansingargjald

Einki ansingargjald

2017-12-14 10:33 Author image
Leif Láadal

Fleiri kommunur hava boðað frá, at einki ansingargjald skal gjaldast, so leingi stovnarnir eru stongdir vegna verkbann.

Tórshavnar kommunu boðar á heimasíðu síni frá, at so leingi allir dagstovnar í kommununi eru stongdir vegna verkbann, skulu foreldur ikki betala nakað ansingargjald.

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu skrivar borgarstjórin, at foreldur sjálvsagt ikki skulu gjalda fyri eina tænastu, sum tey ikki fáa, og tí fella foreldragjøldini burtur fyri dagstovnaplássini, sum verða rakt av verkbanninum í tíðarskeiðnum.

Runavíkar kommuna skrivar á sínari heimasíðu, at foreldragjaldið fyri tíðina stovnarnir, eru stongdir, verður endurrindað, tá semja er gjørd millum partarnar og foreldragjaldið kann gerast upp.

Eisini Sunda kommuna upplýsir, at foreldur fáa endurrindað fyri teir dagar stovnurin er stongdur.

Mynd: torshavn.fo

placeholder

Meira langlesnaður