Einki yvirlit yvir útlendska arbeiðsmegi í Føroyum

2016-05-23 14:52 Author image
Dimma

Tað kókar. Nógv byggivirksemi er í løtuni, og arbeiðsloysið er metlágt Og tað merkir, at tað koma serliga nógvir útlendskir handverkarar til Føroya at arbeiða. Men hvussu nógvir útlendskir handverkarar eru í Føroyum beint nú, ella hvussu stór tann útlendska arbeiðsmegin yvirhøvur er, tykist eingin vita við vissu.

Tá ið arbeiðsloysið fer niður um 3,5 prosent, er tað nógv lættari at fáa arbeiðsmegi til landið. Arbeiðsgevarar kunnu frítt innflyta ófaklærda arbeiðsmegi til landið og síðan søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi aftaná hjá donskum myndugleikum.

Hetta ger, at eingin veruliga hevur yvirlitið. Arbeiðsloysisskipanin vil vera við, at tað nú eru upp í 500 útlendingar í arbeiði í Føroyum í løtuni, men felagið Firmport, sum tekur sær av at samskipa og hýsa útlendingum, heldur talið vera nógv lægri.


ALS: 300, 400 ella 500 útlendingar

Í ársfrágreiðingini hjá Arbeiðsloysisskipanini stendur millum annað at lesa, at “hóast tað eru 5-600 føroyingar, sum einki arbeiði hava, so eru fleiri hundrað útlendingar komnir til Føroya at arbeiða”, og við útvarpið um vikuskiftið útgreinaði Magni á Deild hesi tølini.

 - Tað eru eingir handverkarar arbeiðsleysir í løtuni, og úrslitið av tí er, at tað eru kanska eini 300-400 útlendingar, sum arbeiða í Føroyum. Eingin veit rættiliga, hvussu nógvir, tí tað er danskt málsøki, og tað er ikki lætt at fáa tær upplýsingarnar. Men samstundis sum tað eru kanska 500 útlendingar í Føroyum, so eru tað einir 5-600 føroyingar, sum ganga arbeiðsleysir, segði Magni á Deild millum annað.

Tað eru serliga tær størru byggifyritøkurnar, sum hava tørv á útlendskari arbeiðsmegi í løtuni, men eisini nakrar smærri. Talan er um eitt nú fyritøkur sum Articon, J&K Petersen, Húsavarðatænastuna, Búsetur, Kanjon og Búsetur.


Firmport: Um 200 útlendingar

Felagið Firmport við Heðin Lamhauge tekur sær av at samskipa fyri fyritøkurnar at fáa útlendsku arbeiðsmegina til landið. Hann ráðgevur, hann hýsir teimum og tekur sær av pappírsarbeiðnum.

- Eg havi ikki varhugan av, at tað floymir útlendsk arbeiðsmegi til landið. Sjálvur havi eg tikið mær av at fáa eini 80 mans til landið, og við teirri vitanini eg havi frá byggivinnuni, so er hægst talan um einar 200 útlendingar tilsamans, sum eru í byggivinnuni í løtuni, heldur Heðin Lamhauge.

Afturat handverkarum eru nakrir útlendingar í øðrum vinnum, eitt nú tilfeingisvinnum og framleiðslu annars.


Einki samband við føroyskar myndugleikar

Fyritøkan Firmport hevur einki samband við føroyingskar myndugleikar, tá ið hon innflytir útlendska arbeiðsmegi til landið, tí talan er um eitt danskt málsøki.

- Vit fyrihalda okkum bara til danskar myndugleikar. Firmport er góðkent frammanundan av donskum myndugleikum at innflyta ES-borgarar til Føroya. Vit senda tey neyðugu skjølini til “Styrelsen for international rekruttering og integration”, og so kunnu teir starvast her. Síðan fáa teir váttan um arbeiðsloyvi og uppihald í eitt ár í senn, sigur Heðin Lamhauge.

Hann hevur í løtuni 80 fólk úr Rumenia í arbeiði í Føroyum. Hann hýsir teimum í húsum og íbúðum um landið, eins og í gistingarhúsinum Skansanum.

- Tað hevur hilnast sera væl hjá okkum, sigur Heðin Lamhauge, stjóri í Firmport.

  

   

placeholder

Meira langlesnaður