Gekkaseðlar kunnu vera fullkomiliga eins

2016-08-08 13:46 Author image
Sigmund Vang

Men eigur tað at koma fyri, at tveir gekkar eru fullkomiliga eins?

Tað hava vit spurt Kringvarp Føroya um, og svarið er, at tað kann koma fyri.

Kringvarpið sigur soleiðis við Dimmalætting um tilburðin við teimum báðum eins seðlunum:

”Gekkaseðlar verða framleiddir í røðum. Tey somu tølini ganga aftur í hvørjari røð. Vit býta seðlarnar út til sølustøðini eftir nummarrøð, og tað merkir, at tú ikki kanst keypa tveir eins gekkaseðlar á einum sølustaði, men tú kanst fáa eins seðlar, um tú keypir seðlarnar frá ymiskum sølustøðum (sannlíkindini fyri hesum eru tó sera lítil).”

Lagt verður afturat, at talan er um seðlarøðir við somu tølum og kontrolltølum. Fyri einstaka vinnarin er tað líkamikið, hvørji tølini og kontrolltalið er – øll vinna 400 krónur ella 500 krónur, men tey sum eru heppin at koma ígjøgnum, vinna harumframt ein lúku- ella leypavinning.

 

placeholder

Meira langlesnaður