Eins nógv mikroplast í fiski og fyri 25 árum síðani

Eins nógv mikroplast í fiski og fyri 25 árum síðani

2017-10-25 12:46 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Danskir granskarar hava nú, fyri fyrstu ferð, gjørt eitt yvirlit av umleið 25 árum av dálking í fiski og havi. Úrslitið fekk granskarar at standa spyrjandi. Tað vísir eg nevniliga, at har er eins nógv mikroplast í fiski fyri 25 árum síðani, sum tað er í dag. Hetta upplýsir videnskab.dk.

Granskarin, Torkel Gissel Nielsen, sigur, at tey høvdu væntað at talið av mikroplasti var hækkað í hesum tíðarskeiðnum. Hann vísir m.a. á, at framleiðslan av plasti var trífaldað seinastu 25 árini. 
Økið har hesar kanningar eru blivnar gjørdar, er av fiski og vatni í Eystarasalti.

Síðan tað bleiv byrjað at framleiða plast í 1940árunum, er framleiðslan bert hækkað. Í 2010 bleiv ein meting gjørd, ið segði, at á heimsstigi verða 8 milliónir tons av plasti beint burtur. 

Tað er almenn vitan, at fiskur og fuglur eru dálkaði av plasti, tí tey av óvart eta tað. Granskararnir, ið gjørdu hesa kanning, vóru tí vísir í, at talið er mikroplasti í fiski fór at vera hækkað, men so var ikki. 
Hetta staðfestir tó ikki, at talið av mikroplasti ikki er hækkað, men flytur bert spurningin um hvar mikroplastið so er.

Tí verða kanningar nú gjørdar eftir mikroplasti í øðrum kringumstøðum í havinum, m.a. á havbotninum.

Mikroplast er, hóast úrslitið av kanningini, enn ein trupulleiki. Og um tað vísir seg, at størri mongdir av mikroplasti eru at finna á havbotninum, so er trupulleikin bert fluttur longur niður í føðiketuna. Her gerst mikroplast, í staðin fyri føði fyri fiskar, føði fyri djór ið liva á botninum, so sum krabbar og ormar, sum fiskar í síðsta enda eisini eta.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður