Einsemi er eitur fyri kroppin

2016-06-21 09:35 Author image
Sigmund Vang

Fyri at skilja evnið ”einsemi”, er neyðugt at skilja ímillum hvat tað er at liva í einsemi og tað at liva einsamøll ella einsamallur.

- Einsemi er ikki tað sama sum at vera einsamallur. Einsemi er eitt subjektivt upplivilsi av ikki at hava samband við onnur. Tú ert so at siga úti av kontakt, greiðir Suni Poulsen, sálarfrøðingur, frá.

- Úrslitið er, at hetta einsemið hevur eina rúgvu av neiligari ávirkan á teg, sum persón, leggur hann afturat.

Hvørji hesi árin eru, venda vit aftur til.

Men hvussu ber tað til, at so nógv fólk líða av einsemi, tá vit innast inni eru sosialar verur? Fyri at svara hesum spurningi, er neyðugt at hyggja at, hvussu okkara samfelag er sett saman. Serliga í vesturheiminum.

Suni Poulsen greiðir frá, at spurnarkanningar vísa, at fólk í vesturheiminum eru meira egosentrerað enn fólk aðrastaðni í heiminum. Tá tey fáa spurningin ”Hvat hugsar tú um skal henda í tínum lívi næstu árini”, taka flestu fólk í vesturheiminum útgangsstøði í sær sjálvum. Aðrastaðni í heiminum tekur meirilutin útgangsstøði í familjuni.

Tá tey so fáa spurningin ”Hvat vildi tú ikki verið fyri uttan”, svara flestu fólk í øllum heiminum: ”Børn, makar, familja og vinir”. Grundhugsanin hjá einum vanligum menniskja vísir seg altso at vera sosial. At nógv fólk í vesturheiminum eru farin av leið, er altso ikki nátúrligt, tá vit skulu lýsa hvat eitt menniskja er.


Lættari hugtung

Fólk, sum líða av sosialum einsemi, kenna seg smádepressiv ella lættari hugtung. Suni Poulsen orðar tað soleiðis:

- Tey eru løtt og luftig, men tað er óbehagiligt. Tey eru undirstimulerað, og hava tørv á at deila okkurt við onkran, men tað er ikki atkomiligt.

At liva í sosialum einsemi kann hava álvarligar fylgjur. Fólk kunnu blíva hugtung, og tá tað hendir mugu tey hava hjálp at koma víðari, um tey ikki klára tað sjálvi. Sambært heimsheilsustovninum WTO, eru fimm mátar at koma burturúr tunglyndi: Heilivágur, psykoterapi (standard góðkendar viðgerðarhættir), rørsla, meditatión og linnisvenjingar. Granskingin vísir, at hvør sær eru hesir hættir nøkulunda líka gagnligir. Men fleiri hættir saman eru meira gagnligir.

- Altso, í prinsippinum kanst tú fáa meira burturúr at renna nakrar ferðir um vikuna og meditera enn bara at ganga til psykolog, sigur Suni Poulsen.

Við at geva einum persóni við tunglyndi heilivág ella psykologiska viðgerð, ber tó bert til at bøta nakað um støðuna. Tað størra takið má viðkomandi sjálv ella sjálvur taka, men viðgerðirnar kunnu vera avgerandi fyri at fáa gongd á, sigur Suni Poulsen.


Einsemi er tín vinur

So løgið tað ljóðar, so kann sosialt einsemi metast at vera okkara vinur. Talan er nevniliga um eitt slag av ávaringarlampu, sum vil vísa okkum, at vit eru á skeivari kós.

- Vit verða ávarað um, at vit nú verða noydd at fara út og skapa samband við onkran. Og upp á tann mátan verður einsemiskenslan okkara vinur – um vit klára at motivera okkum til at gera nakað við tað. Psykan hjá okkum, ella okkara sosiali radari, slær alarm og harvið trýstir hon okkum til at gera nakað við tað, so vit bróta einsemið. Einsemi kann vera tað sparkið í dintilin, sum skal til, fyri at vit koma burturúr pínuni, greiðir Suni Poulsen frá.

Alt bendir á, at vit hava brúk fyri einum persóni, sum er heilt tætt upp á. Ein maki ella ein besti vinur. Ella vit kunnu hava hetta samband við okkara foreldur ella eitt av okkara børnum.

- At tað er ein, sum skilur okkum best, og sum vit gera okkum ómak at skilja. Vit hava brúk fyri hesi heilt intimu kontaktini, sigur Suni Poulsen.

Harafturat hava vit tørv á at kenna nøkur fólk eitt sindur minni – starvsfelagar, familjulimir, vinur. Fólk, sum kenna okkara góðu og sterku síður, men ikki allan persónin. Fólk, sum vit til dømis íðka ítrótt saman við ella syngja í kóri saman við.

- Hetta er gott, tí tú kann ikki krevja at fáa allan tín sosiala tørv nøktaðan av einum og sama persóni. Tað er for strævið, sigur Suni Poulsen.


Vandarnir

Tað er eingin ivi í, at einsemi er sterkt knýtt at tunglyndi, sigur sálarfrøðingurin. Ert tú einsamallur, ert tú í nógv størri vanda fyri at útvikla depresiv eyðkenni. Øvugt, hevur tú depresiv eyðkenni, so er tú í størri vanda fyri at útvikla einsemi. Og við tunglyndi økist vandin fyri sjálvmorði. Angist er eisini knýtt at einsemi. Og missnýtsla av ymsum rúsum er eisini knýtt at, sigur Suni Poulsen.

Fólk sum eru einsamøll sova enntá verri. Og einsemi kann hava við sær ein ósunnari lívsstíl. Mann liggur meira á sofuni, rørir seg minni, hugsar ikki so nógv, etur skeivt og so framvegis. So ósunnur lívsstílur økir um vandan fyri at útvikla blóð- og karsjúkur.

- Tað er í størri mun einsemi, sum førir til ósunnari lívsstíl, enn ósunnur lívsstílur, sum førir til einsemi, greiðir Suni Poulsen frá.

Imunverjan minkar og stresshormon verða lættari latin út í kroppin, tá vit uppliva einsemi, vísa stórar vísindaligar kanningar. Stutt sagt, kann mann kanska siga, at tað sær út til, at einsemi virkar sum eitur fyri kroppin. Vit klára simpultenn ikki einsemi. Tað sýrgar niður í kyknirnar hjá okkum. Mann veit, at tað at koma fyri seg eftir beinkrím ella vanligt forkølilsi er verri hjá fólki, sum uppliva einsemi. Vandi fyri at fáa gikt ella bruna í kroppin er økt hjá fólki, sum eru einsamøll, vísir sálarfrøðingurin á.


Bjóða teg fram

- Tað simplasta ráðið fyri at bróta títt egna einsemi, er at geva øðrum umsorgan, sigur Suni Poulsen.

Bjóða seg fram at vera barnagenta, skipa soleiðis fyri, at tú gevur frálæru í onkrum, sum tú dugir væl, far við í okkurt hjálpararbeiði og líknandi.

- Tað er nakað av tí mest befríðandi her á jørð, at fokus flytir frá tær sum persóni yvir á, at tú kann geva øðrum umsorgan, sigur Suni Poulsen og leggur afturat:

- Verðin blívir so ræðuliga nógv størri, tá fokus verður flutt eitt sindur frá einum sjálvum. Tað styrkir teg sum persón, at gera okkurt fyri onnur. Um onkur sigur við teg, at tú ert droyur ella at tey ikki dáma teg, so hevur tað ikki so nógv at siga, um tú júst hevur verið barnagenta at trimum børnum eitt heilt kvøld.

Eitt annað, sum er rein sálarbót fyri einsemi og nógvar aðrar neiligar ávirkanir upp á kropp og sál, er góður svøvnur. So ikki undirmeta svøvnin, tó at vit í vesturheiminum hava lyndi til at renna so skjótt í gerandisdegnum, at tað gongur út yvir svøvnin.

Greinin varð upprunaliga prentað í Dimmalætting undan jólum í 2015 og byggir á fyrilestur, sum Sinnisbati skipaði fyri, og samrøðu við Suna Poulsen. Hendan netútgávan er eitt sindur styttri í mun til prentaðu greinina.

placeholder

Meira langlesnaður