Einvegis upplýsingar um fiskivinnu

Einvegis upplýsingar um fiskivinnu

2017-10-23 08:12 Author image
Eivind Jacobsen

Í dag havi eg sent KVF skriv og biðið um at sleppa í KVF, at vísa á, at tað sum tveir búskaparfrøðingar, sum rættuliga javnan eru í KVF siga, ikki er óvildugt, men at reka politik.
Við at eftirkanna hetta síggja vit, at talan als ikki er um tveir objektivar búskaparfrøðingar. Heldur er talan um tveir búskaparfrøðingar, sum reka politik. Tað er avgjørt ongin orsøk at halda, at tað teir siga, er saklig upplýsing eftir bestu sannføring.

Høvuðsorsøkin til at neyðugt er er rætta er, at vit upp í saman hava hoyrt um eina milliard í meirinntøkum. Milliardin verður onkuntíð lova í einum og aðrar tíðir eins og grindabýti pr. húski ella skattgjaldara. Men enn hava vit ikki sæð nakra dokumentatión uppá pástandin. Og tað er absolut ikki akademiskt.

Havi ómaka mær at leita á heimasíðuni hjá KVF. Hetta gjørdi eg við at leita upp á navn. Tað er avgjørt orsøk at halda, at tað sum er í tíðindunum í útvarpi og sjónvarpi ikki er komið við, tí tað ber ikki til at leita upp á navn í tíðindum.

Roknast má tí við, at teir hava fingið rættuliga nógv meira pláss enn tey link, sum síggjast niðanfyri. Harumframt er rættuliga vanligt, at spæla brot úr sendingum í tíðindunum.
So verður spennandi at vita, um KVF framhaldandi koyrur í somu rillu, hóast grammofonpláturnar eru farnar av móta.

Tað er lætt at staðfesta, at fólkið í Føroyum, sum annars einki veit um fiskivinnu, als ongan møguleika hevur at gera sær eina sakliga niðurstøðu.

Eivind Jacobsen
Strendur

P.S. Hetta eru link eg havi leita fram á heimasíðuni hjá KVF.

Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur í KVF
http://kvf.fo/netvarp/uv/2012/02/23/fiskiloyvi-almenna-uppbosslu 1 minuttur
http://kvf.fo/radarin?sid=21630  22/1-2014 uml. 25 minuttir
http://kvf.fo/radarin?sid=22946 26/2-2014 minut ca 13, um arbeiðsloysi v.m. min 22. vinna má blíva betri
http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/05/24/dalet-export-907018 pástand útlendingar keypa skip, ikki um fiskivinnu
http://kvf.fo/netvarp/sv/2015/02/02/20150202altvinnulivafaumhondum KP og JJ 1:54 min
http://kvf.fo/radarin?sid=49152 25/11-2015, Kjak millum H Hoydal og J Jacobsen! Uml. 25 minuttir
http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/05/31/20160531altovavmarkad 2:07 min.
http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/08/26/20160826royndaruppbodssolai2017 2:53 minuttir
http://kvf.fo/greinar/2016/09/20/kjak-um-fiskivinnunyskipanina
http://kvf.fo/dv?sid=59468 20/9-2016 kjak jóannes jacobsen og J í Grótinum, 28 minuttir
http://kvf.fo/greinar/2016/10/22/uppskotid-fra-nyskipanarbolkinum-ikki-noktandi tekstur um grein HO og JJ
http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/03/10/20170310okiskvotursummenningarhjalp 3:30minuttir JJ/HH
http://kvf.fo/radarin?sid=66120 Radarin 15/3-2017 um uppboðssølu


Herman Oskarsson
http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/09/15/framstig-veiiloyvi-fer-sguna
http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/02/07/dv-kjak
http://kvf.fo/greinar/2016/10/22/uppskotid-fra-nyskipanarbolkinum-ikki-noktandi
http://kvf.fo/greinar/2016/09/10/foroyska-uppbodsolan-partur-av-valstridnum Íslendska valstríðnum
http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/11/24/uppskoti-er-dmt-miseydnast
http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/06/01/kanna-stuulsskipanir-til-vinnulvi
http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/01/29/ogn-froya-flks-ella-ogn-landsins
http://kvf.fo/utvarpstidindi?sid=72256


Kári Petersen
http://kvf.fo/netvarp/sv/2015/02/02/20150202altvinnulivafaumhondum
http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/01/31/veitst-t-naka-um-fiskivinnuna-froyum Røddin lærir um fiskivinnuna
http://kvf.fo/netvarp/sv/2015/01/12/20150112skattalattiurtilfeingisgjaldi
http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/04/04/reiarar-taka-milliardir-r-fiskivinnuni
http://kvf.fo/netvarp/uv/2012/03/12/flksins-ogn-ella-1
http://kvf.fo/netvarp/uv/2012/03/05/valdi-fiskivinnuni-endar-fum-hondum

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður