Inn í eitt føroyskt dukkuheim

2016-05-27 12:48 Author image
Dimma

Tríggir leikarar, ein iPod, tvey føroysk heim og so áskoðarnir.  Tað eru karmarnar um mest naturalistisku útgávuna nakrantíð av kenda hjúnabandsleikinum eftir Henrik Ibsen.

Hendan framførsla gerst ikki intimari. Farið verður inn á gólv hjá tveimum føroyskum pørum. Einum pari úti í Nólsoy og einum í Hvalvík. Tey bjóða okkum innar í stovuna og áskoðarnir seta seg í sofuna, í vindeygakarmin, á gólvið ella har tað nú er pláss.

Henrik Ibsen skrivaði Eitt dukkuheim í 1879, og hesin leikur er ein tann mest spældi í øllum heiminum. Kanska tí, at Ibsen skilti verulig menniskju. Hann kendi verumátan, sinnalagið og tankarnar hjá veruligum fólkum.

Eitt dukkuheim verður spælt í Nólsoy fríggjakvøldið kl. 19 í heiminum hjá Hilmari og Gunnvør Joensen. Og leygardagin verður spælt í Hvalvík. Nærri kunning fæst á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

Aðrir leikir í dag eru Flugo!, sum verður spældur í Norðurlandahúsinum, og Art is No Excuse, sum verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

placeholder

Meira langlesnaður