Eitt sindur minni fór um avreiðingarskipanina

Mynd: Jens Kr. Vang

Eitt sindur minni fór um avreiðingarskipanina

2017-11-24 14:21 Author image
Leif Láadal

Ein uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísir, at tað frá januar til oktober í ár fóru 395 tons minni um avreiðingarskipanina enn sama tíðarskeið í fjør. Í virði er talan um eina afturgongd upp á 35,7 milliónir krónur. Størsta minkingin í nøgd var toskur, sum minkaði heili 1000 tons ella góð níggju prosent. Harafturímóti fóru 22.880 tons av upsa um avreiðingarskipanina. Tað svarar til eina øking upp á 13 prosent, sammett við tíðarskeiðið í fjør.

Samlaða yvirlitið sæst niðanfyri.

Hagstovan sigur, at havast skal í huga, at avreiðingar av feskfiski eru uppgjørdar í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum  frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór royndin hevur verið.

 

placeholder

Meira langlesnaður