Eitt sirkus á Tinghúsvegnum

Eitt sirkus á Tinghúsvegnum

2017-07-07 12:13 Author image
Georg L. Petersen

Flest øll tingfólk og onnur við sótu sum kánus mikudagin, tá tingformaðurin sendi tingið til hús og í summarfrí, beint sum farast skuldi undir endaligu viðgerðina av uppskotinum um fiskivinnunýskipan. Tingið skuldi verið farið í summarfrí fyri nakað síðan, men samgongan fekk skotið alt út, so stóra málið kundi avgreiðast áðrenn ólavsøku, tí fleiri stórmál liggja fyri eftir ólavsøku, umframt ásetingin av fiskidøgum, sum ofta tekur langa tíð.

Grundgevingarnar hjá tingformanninum eru til at skilja. Nógv løgfrøðilig ivamál vóru eftir at loysa, eins og at allir samgongulimir ikki hildu tann leist, sum varð avtalaður frammanundan. Hóttanirnar uttan úr heimi tyktust eisini at gera sítt, og so vísti ryggurin á summum seg sum tað reina spagetti, meðan onnur kastaðu øll persónlig og politisk atlit til viks og stóðu stinn. Andstøðan royndi eisini at gera sítt til at fáa málið skotið út til horna, og spældi sær eina løtu við møguleikan at seta misálit á Høgna Hoydal, hóast útlitini at fáa tað samtykt als ikki vóru til staðar.

Hvussu er og ikki, so vísti glantirileikurin á tingi henda dagin, hvussu veik samgongan er, og hvussu lítla stýring hon hevur á sínum egnu. Hetta var beinleiðis pínligt og lítið virðiligt. Tað skuldu næstan sagt seg sjálvt, at eitt uppskot, sum kemur í tingið, er so mikið væl grundað, at óneyðugt er við stórvegis broytingum. Sum skilst varð uppskotið hjá samgonguni bronglað til av samgongulimunum í vinnunevndini, og so vóru tað øll tey løgfrøðiligi ivamálini omaná, sum tingumsitingin vísti á. Vit tosa um eina kollvelting av okkara høvuðsvinnu, og hon kann ikki fremjast á so ivasomum grundarlagi. Tá má meira tíð til.

Men helst hevur samgongan sett sær ov høg mál frá byrjan av við øllum reformunum, sum skulu fremjast, millum annað pensjónsreforminum, og seinni eisini stjórnarskipanini, sum skal til fólkaatkvøðu komandi ár. Hesi stórmál eru ring at útseta, tí hetta er hjartablóð hjá nøkrum av samgonguflokkunum, men spurningurin er, um tað ikki er neyðugt fyri at geva øllum eina virðiliga viðgerð.

placeholder

Meira langlesnaður