Eivør leggur rødd til evropeiska mentanarhøvuðsstaðin

2017-01-19 11:47 Author image
Dimma

Miðbýurin í Aarhus skiftir ham kl. 19 leygarkvøldið, tá Aarhus alment gerst evropeiskur mentanarhøvuðsstaður 2017.

Ein gonga við fleiri túsund fólkum og kórsangarum, sum bera skip við lýsandi lanternum, fer fram við ráðhúsinum, har eitt kór eisini stendur í eyðkenda ráðhústorninum. Og leiðandi røddina eigur føroyska Eivør, sum saman við dansk-turkiska Luna Erashin, DJ Static, Aarhus Jazz Orchestra, Aarhus Symfoniorkester framføra eitt verk, sum bretin Nigel Jamieson hevur gjørt.

Talan er um eina tveir tíma langa setan, sum verður send beinleiðis á DR1.

Les meira HER

placeholder

Meira langlesnaður