eLan tiltak í Hoyvíkshøllini

eLan tiltak í Hoyvíkshøllini

2017-10-30 09:14 Author image
Innsent

Í næstum stovnar eSport.fo eitt nýtt LAN tiltak, ið hevur heitið eLan. Ætlanin við nýggja tiltakinum er, at tiltakið skal verða eitt afturvendandi tiltak, ið verður at síggja á skránni tvær ferðir um árið. Tað eru fimm fyriskiparar ið hava tikið stig til at stovna nýggja tiltakið, eLan. Orsøkin fyri hesum er, at tað er ein vaksandi áhugi fyri esporti, bæði heima í Føroyum, samstundis sum at altjóða áhugin er eksponentielt vaksandi.

Endamálið við eLan er, júst sum missiónin hjá eSport sigur, at samansjóða allar føroyingar í Føroyum, ið hava áhuga í eSporti, antin sum áskoðarar ella sum spælarar, og at betra um tað Føroyska støðið, samstundis sum eitt sosialt umhvørvið verður veitt til allar telduspælarar. Eftirspurningurin eftir tílíkum tiltøkum er vaksandi, og javnan verður spurt eftir, um ætlan er at skipa fyri LAN tiltøkum. Fleiri minnast óivað áftur á dagarnar, har Føroya Tele skipaði fyri Netupp, ið var sera væl móttikið av teimum við áhugað innan telduspøl. Nú er tíðin komin til at stovna eitt nýtt LAN tiltak, ið hevur til endamáls at verða størsta og besta LAN tiltakið í Føroyum!

Síggj meira um eLan #1 og keyp atgongurmerkið á: http://elan.esport.fo/

eLan tiltakið verður hildið í Hoyvíkshøll tann 17. og 18. Novembur, har tað er møguligt at luttaka heilt upp í 40 tímar! Sjálvandi verður internetið av tí allar besta, og samstundis veita vit offline servarir, ið merkir at svartíðirnar verða rúkandi skjótar. Afturat hesum verða eisini kappingar á skránni í ymisku spølunum. Til tiltakið verða ikki sett nøkur krøv til, hvat fyri spæl spælarirnir kunnu spæla. Ætlanin er at ein og hvør kann spæla júst tað spælið ið teimum lystir, í einum umhvørvi saman við øðrum ið fegnast um sama áhugamál. Tað verður mett, at ferðin á internetinum verður upp til 480mbit til luttakararnar, og saman við okkara steam servara merkir tað, at ferðin verður av tí allar besta.

Kappingarnar eru fleiri í tali, millum annað verða 1v1 kappingar í Counter-Strike: Global Offensive og aðrar kappingar í League of Legends, Dota 2 og Rocket League. Um tað er stórur áhugi eftir øðrum kappingum, fegnast fyriskiparirnir um uppskot frá luttakandi. Til eLan verður eisini spælt um heiðurin sum Føroyska besta Counter-Strike: Global Offensive lið!

eSportur er eitt vaksandi fyribrigdi, ið inniber tað, at fólk kappast í tí virtuella heiminum. eSportur inniber fleiri ymisk sløg av spølum, tó flestu av teimum krevja at spælararnir klára at hugsa klárt undir ómetaliga stórum pressi og reaktiónstíðirnar verða máltar í millisekundum. Afturathesum verða ofta stór krøv sett til spælararnar um at hava sera gott samstarv við sínar liðfelagar, soleiðis at tað ber  til at nýta liðsamstarv sum ein fyrimun, fyri at røkka sigrinum saman. Tað er ein hópur av vitan sum spælararnir skulu duga uttanæt, og tað skal ómetaliga nógv venjing til, fyri at gerast ein av teimum bestu.

Kring heimin er eSportur vaksin eksponentielt seinastu árini. Í 2015 vóru tað heili 36 milliónir ymiskir áskoðarar ið hugdu eftir finaluni í League of Legends, sum var hildin í Berlin, har SK Telecom vunnu 3-1 í móti KOO Tigers. Tó at tað vóru heili 36 milliónir sum hugdu, var tað mesta av áskoðarum á einum givnum tíðspunkti 14 milliónir. Í 2011 vóru tað 210.000 í hugdu samstundis, í 2012 vóru tað 1.1 milliónir sum hugdu samstundis, í 2013 vóru tað 8.5 milliónir sum hugdu samstundis, og í 2016 var hetta talið komið heilt upp á 14.7 milliónir.

Viðvíkjandi eSporti sum ein vinna, verður mett at inntøkurnar innan eSport fara at nærkast 6 milliardum krónum í 2017, og inntøkan er væntað at vaksa upp í knappar 12.5 milliardir krónir í 2020. Hetta merkir sjálvsagt, at eSportur er í vøkstri sum vinna, og áhugin er sera stórur.

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður