Eldáseting vindur upp á seg

2016-08-23 10:17 Author image
Dimma

Triðja dagin á rað varð eldur settur á bilar og knallertir í Keypmannahavn. Hetta er sama gongd, sum hevur verið í Svøríki, har eldáseting er farin fram gjøgnum alt summarið.

Enn veit eingin veruliga, hvør stendur aftanfyri, ella um nakar samanhangur er við tað, sum hendir í Svøríki. Ein tanki er, at tað eru ung fólk, sum fáa íblástur til kriminalitet, tá ið aðrar líknandi hendingar fara fram.

Ætlanin er tí at seta fleiri fólk á gøturnar um kvøldarnar frá sokallaða SSP-samstarvinum, sum er millum sosialar myndugleikar, skúla og politi.

Í nátt var eldur settur fyrst á ein bil og síðan tríggjar knallertir á Nørrebro við Blågårdsplads. Sunnunáttina varð eldur settur í fleiri enn tíggju bilar við Christianshavn, og mánanáttina vóru líknandi hendingar.

- Vit vita ikki, um nakar samanhangur er millum hendingar, men vit kunnu heldur ikki útiloka tað, sigur Henrik Stormer frá Københavns Politi.

Restirnar av knallertum á Blågårds Plads. (Mynd: Sabrina Bojsen Møller / DR Nyheder)

Meira langlesnaður