AA-húsini í Havn brend

2016-07-21 00:12 Author image
Dimma

Talan var um húsið hja AA, har turrlagdir alkaholikarar, avvarðandi og onnur við tilknýti javnan hittast til fundarvirksemi. Fundur hevur verið íkvøld, og tey seinastu fóru heim klokkan 22 – ella minni enn ein tíma áðrenn eldurin var fráboðaður.

Eldurin varð sløktur klokkan 23.16, og á politistøðini siga tey, at brandteknikarar longu í kvøld fara inn í húsini at kanna eftir, hvør orsøkin til eldin kundi vera.

Sjúkrabilur var eisini á staðnum, men á politistøðini verður sagt, at tað er fyri at vera upp á tryggu síðuna, at sjúkrabilur varð sendur á staðið.

Herfyri vóru tíðindi um, at eldur var settur á ein skutara í Havn. Tað var í garðinum aftanfyri húsini sum brendu í kvøld. Har standa rovini av skutaranum aftanfyri eina plastikkgirðing.

placeholder

Meira langlesnaður