Eldurin sløktur á Argja skúla

2016-05-26 08:58 Author image
Dimma

Brandbilar og politibilar fóru við útrykningi út á Argir í áðni. In.fo skrivaði, at tað var tí, at eldur var í skúlanum á Argjum, har børn frá Skúlanum á Fløtum nú ganga.

Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir fyri in.fo, at allir næmingarnir vóru koyrdur úr skúlanum, meðan sløkkiliðið fekk tamarhald á støðuni.

Nú eru allir næmingarnir aftur í skúlastovunum. Ein kelda á staðnum upplýsir fyri Dimma.fo, at tað var í skrivstovuni, at eldurin kyknaði, men hann var altso skjótt sløktur aftur.

   
   
placeholder

Meira langlesnaður