Elektron hevði hall í 2015

2016-06-28 10:15 Author image
Dimma

Rakstrarliga úrslitið hjá Elektron gjørdist munandi betri í 2015 enn í 2014. Úrslitið av rakstrinum gjørdist nevniliga 2,7 milliónir krónur í 2015 í mun til 300.000 krónur í 2014. Hetta er ein hækking í rakstrinum á 2,4 milliónir krónur.

Kortini endaði roknskapurin á einum halli á 7,3 milliónir krónur. Orsøkin er, at neyugt hevur verið at útreiðsluføra 10 milliónir krónur vegna seinkingar og meirkostnað av umlegging av stórtelduni frá IBM til Microsoft-tøkni.

Sølan hjá Elektron í 2015 var á leið tann sama sum í 2014, á leið 86 milliónir krónur. Samlaði starvsfólkakostnaðurin var 37,1 millión krónur, sum er 25 prosent minni enn árið fyri. Vørunýtslan og annar kostnaður var 43,3 milliónir krónur, og tað hinvegin 24 prosent hægri enn árið fyri.

Í 2015 vóru í miðal 60 fólk í starvi hjá Elektron, og felagið hevði við ársenda ein tøkan pening á 5,5 milliónir krónur.

- Elektron hevur góðar vónir til framtíðina, sigur Elektron í tíðindaskrivi. Løgtingið hevur sett sær sum mál at talgilda Føroyar. Hetta mál er framsøki og neyðug, og Elektron sær stórar møguleikar í hesum innan bæði hýsing, menning, ráðgeving og kunningartænastu.

Í nevndini fyri Elektron sita nú Janus Thomsen, Sóleyð Hofgaard, Bjarni Askham Bjarnason og Marner Mortensen, umframt starvsfólkaumboðini Elsa Maria Hansen og Marner Hansen. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Janus Thomsen sum formanni og Sóleyð Hofgaard sum næstforkvinnu.

placeholder

Meira langlesnaður