Elin verður nýggjur ÍSF-forseti  

2016-05-20 10:30 Author image
Dimma

Soleiðis liggur landið, nú aðalfundurin hjá ÍSF skal velja nýggja nevnd og forseta í kvøld.

Sum Dimmalætting skilir, er Elin H. Joensen einasta valevni til forsetasessin í Ítróttasambandi Føroya, og sostatt verður hon nýggjur forseti eftir Petur Elias Petersen, sum legði frá sær eftir stríð í nevndini.

Royndir hava verið at seta onnur fram til sessin, men tað verður av ongum. Eitt nú hevur ljóðað, at Kaj Leo Holm Johannessen og Jón Hestoy eru spurdir, men hvørgin teirra fer í valstríð við Elina.

Tað eru 13 sersambond í ÍSF, ið stilla Elina H. Joensen upp. Øll uttan Svimjisambandið, Flogbóltssambandið og Hondbóltssambandið, ið eru ósamd við hini um nógv umrødda býtislykilin.

Umframt forsetan skal øll nevndin veljast av nýggjum, tí eingin av hinum nevndarlimunum stilla uppaftur eftir eljustríðið. Fýra nevndarlimir skulu veljast aftrat forsetanum.

Dimma.fo skilir, at tey trettan sersambondini hava stillað Schandorff Vang og Sigurð Rasmussen at sita í fýra ár, og John Kjær og Heðin Joensen at sita í tvey ár.

Hini trý sersambondini hava í sínum lagi stillað upp svimjilegenduna Jón Hestoy og hondbóltsmannin Gunnar Djurhuus.

Um tey trettan sambondini trumfa sín vilja ígjøgnum, vera hvørki Jón Hestoy ella Gunnar Djurhuus at finna nevndini, men tað er eisini møguleiki fyri, at ein roynd verður gjørd at koma til sættis aftur, og so verður rúm fyri onkrum teirra.

Hvussu verður og ikki. Hvussu Ítróttasamband Føroya skipar seg fæst at vita í kvøld. Aðalfundurin byrjar klokkan 18.

   

placeholder

Meira langlesnaður