Fleiri sviar sóu íslendska landsliðið enn sítt egna

2016-07-05 12:16 Author image
Sigmund Vang

Sambært mbl.is sóu 2,6 miliónir sviar fyrra hálvleik millum Ísland og Frakland. Tá Svøríki spældi sín dyst í undanumfarinum ímóti Italia, hugdu 2,3 milliónir sviar eftir seinna hálvleiki av hesum dysti (av einhvørjari orsøk sammetir mbl.is fyrra og seinna hálvleik á dystunum báðum).

Tað verður einki nevnt í Morgunblaðnum um, at kanska sviar eisini høvdu ein ávísan áhuga í franska landsliðnum.

Hálvfinalurnar í EM verða mikudagin og hósdagin. Mikudagin klokkan 20 spæla Wales og Portugal, og hósdagin klokkan 20 møtast Frakland og Týskland. Finalan verður sunnudagin 10. juli klokkan 20.


Kelda: Morgunblaðið

 

 

placeholder

Meira langlesnaður